Tíðindi
6 ÁRA FØÐINGARDAGUR
Ragnar Sverri í starvslæru á Mentamálaráðnum
OYGGJALEIKIR: EVNISVIKAN Í GRUNDDEILDINI
TVÆR ENSKAR
NÝTT FRÁ KIM FUPZ AAKESON
LÆRARAHILLIN
Ungdómsbók - lættlestur
FIRST LEGO LEAGUE
SAVNAR Í DAG NÆMINGAR ÚR ØLLUM LANDINUM Á FLØTUM
Í dag er stórt virksemi í Skúlanum á Fløtum, har føroyska kappingin í First Lego League verður hildin. Næmingar úr øllum landinum eru savnaðir til ein spennandi dag, har tøkni, skapanarevni, samstarv og forvitni eru í miðdeplinum.
Klokkan 9 í morgun setti Elsa Berg, borgarstjóri, dagin. Í røðu síni tók hon støði í mongu ymisku legokubbunum sum hvør sær síggja ymiskar út, men saman kunnu byggja nakað størri og sterkari. Hon bar hetta saman við margfeldninum í náttúruni, har ymisk sløg av plantum, djórum og livandi verum hava týdning fyri heildina. Somuleiðis eru vit menniskju ymisk, men okkara ymisku styrkir og førleikar gera, at vit kunnu skapa góð úrslit saman.
Higartil lívligur dagur í arbeiðsomum spennandi umhvørvi. Næmingarnir leggja fram úrtslit frá gransking og kanningum, teir hava gjørt farnu vikurnar. Teir royna seg eisini á tøkniliga økinum við tólmennum.
First Lego League er nógv meira enn ein kapping. Hetta er ein møguleiki hjá fólkaskúlanæmingum at royna seg innan vísindi, tøkni, verkfrøði og forritan. Samstundis læra tey um samstarv, nýhugsan og at finna loysnir á veruligum avbjóðingum.
Dagurin er merktur av hugflogi, arbeiðsgleði og stórum áhuga, og góða huglagið í Skúlin á Fløtum í dag ber boð um, at føroyskir næmingar hava bæði evni og dirvi at arbeiða við framtíðarinnar tøkni.
Finalan veður nú seinnapartin. Spennandi!