Tíðindi

07. nov 2026

FIRST LEGO LEAGUE

02. nov 2026

6 ÁRA FØÐINGARDAGUR

30. okt 2026

Ragnar Sverri í starvslæru á Menta­mála­ráðnum

27. okt 2026

OYGGJA­LEIKIR: EVNISVIKAN Í GRUND­DEILDINI

20. okt 2026

TVÆR ENSKAR

20. okt 2026

NÝTT FRÁ KIM FUPZ AAKESON

20. okt 2026

LÆRARAHILLIN

07. nov 2026

FLL 2026: "KOYR Á BLÁ" ÚR SKÚLANUM Á FLØTUM FÓR VIÐ VINNARASTEYPINUM

SERA VÆL EYDNAÐUR DAGUR.

Stórur spenningur, gott huglag og stundum sera  javnar kappingar merktu dagin, tá ið First Lego League 2026 varð hildin á Skúlanum á Fløtum leygardagin 7. november. Og tá ið av tornaði, vóru tað okkara egnu, KOYR Á BLÁ úr Skúlanum á Fløtum, sum stóðu eftir sum vinnarar!

Longu frá morgunstundini var lív í skúlanum. Næmingar úr ymsum skúlum kring landið vóru komnir saman at kappast í tøkni, nýhugsan, samstarvi og robottkoyring. Tilsamans vóru 41 lið á luttakaralistanum, og spenningurin var stórur frá byrjan.

Klokkan níggju setti Elsa Berg, borgarstjóri, kappingina.  Sí grein niðanfyri.


Nógv lið av Fløtum

Skúlin á Fløtum var væl umboðaður við heili 19 liðum. Tey høvdu funnið sær bæði stuttlig og hugflogsrík nøvn:
Koyr á Blá, Taraloppurnar, Gráa sjeymannafarið, Teir 7 bláu dvørgarnir, Green mentality, Slaktarnir, Kanelsniglarnir, Træverjurnar, Eitrandi bláberini, Elefantarnir, Pink Techz, Sitrónbreyð, Crazy vindur, Appilsin S.A.F.T, Flying Crocodiles, Grønmeti frá Pluto, Maðkarnir frá Pluto, Teir lilla fuglarnir frá Pluto og 8 svartar bananir.
Nøvnini siga eitt sindur um hugflogið og skapanargleðina, sum eyðkendi dagin!


Skúlin fullur av fólki og góðum huglagi

Tað vóru ikki bara næmingar, lærarar og dómarar, sum settu dám á dagin. Nógv fólk komu á gátt at fylgja við. Foreldur, systkin, kenningar og onnur avvarðandi vóru komin at stuðla og heppa. Allastaðni í skúlanum var lív og rørsla. Næmingar løgdu fram verkætlanir, greiddu frá hugskotum og vístu, hvussu teirra tólmenni vóru bygd og forritað. Liðini høvdu hvør sín bás í ítróttarhøllini, allir forvitnisligir og spennandi. Bæði álvari og stuttleiki ríkaðu dagin,  og hóast kappast varð um steyp og heiður, var góða huglagið alla tíðina í hásæti.


Sera javnt og spenningur til tað síðsta!

Serliga robottkappingin fekk spenningin at vaksa, sum dagurin leið. Liðini høvdu lagt nógva orku í at byggja og forrita robottarnar, men við kappingarborðið skuldi alt standa sína roynd. Smá mistøk kundu gerast avgerandi, og til tíðir var lítið, sum skilti liðini.

Tá ið komið var til semifinalurnar, gjørdist spenningurin uppaftur størri. Kappingin var sera jøvn, og áskoðararnir fylgdu spentir við hvørjari einastu rørslu hjá robottunum. c. vOg finalan gjørdist eitt satt hæddarpunkt! Her var bæði spenningur, hepping og stórur áhugi, meðan liðini stríddust um tey seinastu avgerandi stigini.

“KOYR Á BLÁ” GJØRDUST  VINNARAR 2026!

Tá ið úrslitið varð greitt, kundu vit á Skúlanum á Fløtum fegnast um, at “KOYR Á BLÁ” hevði vunnið First Lego League 2026! Ein stórur sigur hjá næmingunum, sum saman við hinum luttakarunum hava víst, hvat kann spyrjast burtur úr, tá ið hugflog, samstarv, áhaldni og tøkniligir førleikar ganga hond í hond.

Hjartaliga tillukku, “KOYR Á BLÁ” !

Men dagurin snúði seg um meira enn at vinna. First Lego League gevur næmingunum møguleika at royna seg, hugsa sjálvstøðugt, loysa trupulleikar og arbeiða saman um felags mál.


Vit kunnu líta aftur á ein framúr góðan dag við hugagóðum børnum, spennandi kappingum og góðari undirtøku.
Takk til øll, sum luttóku, fyriskipaðu, hjálptu til og komu á gátt. Tit vóru við til at gera First Lego League 2026 á Skúlanum á Fløtum til ein minniligan dag!

Og so mugu vit nevna, at tveir FLL vegleiðarar eisini vóru heiðraðir annar úr Sumba og hin okkara Sjúrður av Fløtum. Hjartaliga til lukku tit bæði.

Myndir eru eisini at síggja HER.

Myndir og upptøka: JVÚ

 

 

Office 365
K-skíggi
I-bók
Flokkar