Tíðindi
TVÆR ENSKAR
NÝTT FRÁ KIM FUPZ AAKESON
LÆRARAHILLIN
Ungdómsbók - lættlestur
LÆTTLISIN DONSK UNGDÓMSBÓK
LÆRARAHILLIN
TIL TEY YNGSTU
OYGGJALEIKIR: EVNISVIKAN Í GRUNDDEILDINI
Í grunddeilinin, t.e. 1., 2. og 3. flokkur, høvdu næmingarnir eina spennandi og fjølbroytta evnisviku, sum bar heitið Oyggjaleikir.
Alla vikuna ferðaðust næmingarnar ímillum fimm ymiskar verkstaðir, har teir fingu høvi at læra, skapa, røra seg og samstarva. Hvønn dag vitjaðu børnini ein nýggjan verkstað, so øll sluppu at royna seg.
Á verkstøðunum var nógv ymiskt á skránni:
- Fløgg, lond, tøva og perla: Næmingarnir arbeiddu skapandi við fløggum og londum, samstundis sum teir royndu seg við at tøva og perla.
- Ítróttur: Rørsla, spæl og ítróttur vóru á skránni, har felagsskapur og samstarv høvdu stóran týdning.
- Gestablídni: Í skúlakøkinum fóru næmingarnir til verka sum rættir kokkar. Teir smurdu breyð, gjørdu smáar, leskiligar knettabitar og løgdu teir vakurt á føt sum besta pinnamat. Næmingar í hinum deildunum, lærarar og onnur starvsfólk fingu sluppu at smakka frálíku góðbitarnar.
- Tónleikur og dreklar: Næmingarnir arbeiddu við tónleiki og skapandi uppgávum, har dreklar eisini vóru partur av skránni.
- Mentan: Børnini kannaðu ymisk lond og mentanir. Tey gjørdu litføgur uppsløg við myndum, tekningum og upplýsingum um lond og oyggjar.
Myndirnar frá vikuni vísa væl, hvussu nógv børnini hava fingið burturúr. Summi eru íðin í køkinum, onnur sita og hugsavna við skapandi arbeiði, meðan stór og litrík uppsløg um ymisk lond prýða skúlastovurnar.
Evnisvikan snúði seg ikki um oyggjaleikirnar, men mest um at læra at samstarva, vísa hugflog, royna nýggjar avbjóðingar og fáa innlit í heimliga mentan og mentanir og siðir hjá øðrum. Skúlin á Fløtum er settur saman av “oyggjum” og tí hóskaði navnið sera væl til høvið.
Ein fjølbroytt og lærurík vika, har hendur, høvd og kroppur vóru gongd. Hóast nakrar vikur eru síðani evnisvikan var, halda vit, at stuttligt er at minnast aftur á hana nú myrkur og vetur meir og meir fjala oyggjar okkara.
Heimildarfólk: MKO
Myndir: MKO