Tíðindi
Ragnar Sverri í starvslæru á Mentamálaráðnum
OYGGJALEIKIR: EVNISVIKAN Í GRUNDDEILDINI
TVÆR ENSKAR
NÝTT FRÁ KIM FUPZ AAKESON
LÆRARAHILLIN
Ungdómsbók - lættlestur
LÆTTLISIN DONSK UNGDÓMSBÓK
6 ÁRA FØÐINGARDAGUR
Í dag, 2. november, eru liðin seks ár, síðani næmingar og starvsfólk fluttu í nýggja skúlan á Fløtum. Hendan dagin í 2020 gingu næmingarnir í skrúðgongu av Frælsinum niðan í nýggja skúlan. Eftir fleiri ár í ymiskum skúlabygningum savnaðust øll nú undir somu tekju.
Sum kunnugt hevur Skúlin á Fløtum røtur í tveimum søguríkum skúlum, Tórshavnar kommunuskúla og Venjingarskúlanum. Skúlarnir vórðu lagdir saman í 2015 og komu longu tá undir somu leiðslu. Fyrsti stjóri í samanlagda skúlanum var Hanus Joensen, sum framman undan var stjóri í Kommunuskúlanum. Starvsfólkini tóku tað besta við sær úr báðum skúlum og hevur skúlin síðani ment sín egna samleika og ein felagsskap, har læring, trivnaður og samanhald eru í miðdeplinum.
Í morgun varð føðingardagurin hátíðarhildin við felagssangi og samveru. Ein vøkur løta, sum minnir okkum á, at ein skúli er nógv meira enn ein fínur bygningur.
Hjartaliga til lukku við degnum, Skúlin á Fløtum.
Upptøkur: IHE