Tíðindi
HEILSUGÓÐUR MATUR
6.d á Hotel Føroyum
SPENNANDI FRAMLØGA
GLOYMD KLÆÐI
Gongustjørnur í forskúlanum
7.Ð SELUR DØGURÐAMAT Í KANTINUNI
ENSKUR LÆTTLESTUR
Norðurlandahúsið: 4.b vann
Á kvæðastevmuni mánadagin var talentkvæða kapping.
Í gjár høvdu vit myndir og upptøkur frá kvæðastevnuni í Norðurlandahúsinum á heimasíðini. Nevnt var, at 4.b í Skúlanum á Fløtum vann talentkappingina. Gunnvør er flokslærari í 4.b og hon hevur hesi tíðindi og myndir og upptøkur at leggja afturat:
4.b vann kvæðatalentkappingina á kvæðastevnuni í Norðurlandahúsinum, sum er í hesum døgum. Miðdeildarnæmingar úr skúlunum kring alt landið eru við. Børnini læra dansispøl, fara upp á gólv, hoyra søgur um kvæði og kappast í Kahoot. Eisini er sokallað kvæðatalent, har ka flokkarnir kappast um, hvør framførir eitt kvæði best.
Kappingina vann 4.b, tey framførdu 10 ørindi av Flóvin Bænadiktsson og hetta var gjørt framúr væl. Tey høvdu góðar skiparar tveir: dansurin gekk avbera væl við frálíkum stevi, og øll børnini tóku væl undir við at kvøða. Sera flott framførsla.
Flokkurin fekk eitt skreytblað og vunnu ein túr í Bowl.
Tekstur, myndir og upptøka: GWE