Tíðindi

06. sep 2026

TRUE SURVIVAL GRAPHICS

06. sep 2026

Á lærarahillini

06. sep 2026

Ævintýr

06. sep 2026

Dunnaldur Dunna

06. sep 2026

Kendar jødiskar kvinnur

06. sep 2026

Um mat

02. sep 2026

ÁRLIGI TÚRURIN NIÐAN Á VESTURVARÐA

  • Fyrstu árini æt báturin Lundin, men tá ið Poul Danielsen, pápi gevaran, keypti bátin, fekk hann navnið Kaspar.
  • Eivind Danielsen var verkætlanarleiðari mesta partin av tíðini Skúlin á Fløtum var í gerð. Meðan arbeiði gekk, vitjaðu flokkarnir byggiplássið, har Eivind tók ímóti og greiddi frá.
15. jan 2021

KASPAR, TN 295

KASPAR, TN 295

 

Her er meira at frætta  um bátin hjá Skúlanum á Fløtum. Eivind Danielsen sigur soleiðis frá:

Báturin er smíðaður úti í Koltri og latin Zachariasi Hansen, vanliga nevndur Zacharias í Syðradali, 15.jan 1960. Longdin er 10 alin,  og hann  kostaði  1.500 krónur. Eg minnist, at hann æt Lundin, tá synirnir hjá Zachariasi, Pauli, Karl Johan og Símun vóru um hann.  

Pápi mín, Poul Danielsen, keypti bátin í 1969, tá var eg 14 ára gamal. Mestur mundi hann hava keypt hann til mín, tí hann  kallaði bátin Kaspar, sum er navnið á mínum føðingardegi, 9.  mai.

Poul og synirnir Eivind og Eirik Suni eru allir hegnismenn, og tað sæst, at báturin hevur verið í góðum hondum. Enn eina ferð stóra tøkk fyri gávuna og fyri søguna um bátin.

Meira um Kaspar er at finna HER.

Office 365
K-skíggi
I-bók
Flokkar