Tíðindi
24. sep 2026
Fyrst Bamsu á gátt so út at renna
24. sep 2026
Tvær skaldsøgur
24. sep 2026
6 lættar smábøkur
24. sep 2026
Sjáldsamir loynidómar
24. sep 2026
Nýtt og spennandi
24. sep 2026
Fótbóltsstjørnur
24. sep 2026
LÆTTAR FAKTABØKUR
12. jan 2021
SKÚLIN FINGIÐ STÓRFINGNA GÁVU
Martin kom við góðum tíðindum í morgun um, at skúlin hevur fingið ein gamlan maskinbát frá Eivindi Danielsen. Eivind var verkætlanarleiðari næstan øll árini, Skúlin á Fløtum stóð í ger, og man hann tí hava serligar kenslur fyri skúlanum. Niclas í Koltri smíðani bátin í síni tíð úti í Koltri, og hesin báturin sigst vera seinasti motorbátur frá hansara hondum.
Báturin verður nú settur í stand, og har sleppa m.a. næmingar í motorlæru at taka ein hond í. Tá ið hann siglingarklárur, verður hann flotaður og kann tá brúkast í undirvísingarhøpi.
Vit takka Eivindi stórliga fyri stórfingnu gávuna.
Flestu myndir og upptøkur hevur Jens Marius í 5.d gjørt.