Tíðindi

15. mar 2026

HEILSUGÓÐUR MATUR

13. mar 2026

6.d á Hotel Føroyum

12. mar 2026

SPENNANDI FRAMLØGA

08. mar 2026

GLOYMD KLÆÐI

05. mar 2026

Gongustjørnur í forskúlanum

04. mar 2026

7.Ð SELUR DØGURÐAMAT Í KANTINUNI

03. mar 2026

ENSKUR LÆTTLESTUR

22. jun 2020

SÍGA, SÍGUR, SEIG, SIGU, SIGIÐ

Síga, sígur, seig, sigu, sigið
 
Hósdagin í farnu viku vóru tey í gula bólki í 8.ð og sigu á Gomlurætt. Hetta var ein ógvuliga mennandi og spennandi túrur. Næmingarnir høvdu meldað seg til, um teir vildu síga, ivaðust ella aldeilis ikki vildu niður.

Tá ið tey høvdu teknað seg, vóru ikki serliga nógv, sum ætlaðu sær at síga. Nógv tey flestu ivaðust. Tvær línur vóru, so at tveir næmingar sigu samstundis. Flokslærarin, Oddfríður, hevði lovað næmingunum, at hann seig fyrst. Hann og Bergur Leifsson Berg úr flokkinum fóru saman niður. Tað var ógvuliga avbjóðandi at lena seg yvir avgrundina og stóla uppá, at línan fór at halda, sum øll skuldu hanga í. Bæði næmingar og lærari skuldu flyta mørk, tá ið tey lenaðu seg út av eggini og løgdu seg afturav niður móti Gomlurætt. Summi høvdu hæddarræðslu, men fóru kortini. Onnur sótu innan fyri bilverjuna og hugdu, meðan ein næmingur fyri og annar eftir lesti seg niður eftir berginum.
 
Fleiri djarvir næmingar vóru. Jens Jákup og Jóanes, sum hjálptu til við sígingini, høvdu á orði, hvussu djarvir teir vóru. 

(Myndir og upptøka: OMR)

Office 365
K-skíggi
I-bók
Flokkar