Tíðindi

22. apr 2024

SPENNANDI OLYMPISKIR LEIKIR

15. apr 2024

RITHØVUNU­RIN VITJAR

13. apr 2024

NÆMINGAR Í 9. FLOKKI: ROYNDU SEG SUM LÆRARAR

12. apr 2024

TEY Í 5. D VITJAÐU UMBORÐ.....

11. apr 2024

FRÁ TURRUM BREYÐI TIL EGGJATÓST

10. apr 2024

GUÐRUN STJÓRNAÐI SYMFONIORKESTRINUM

09. apr 2024

LANDS­ROYNDIR

15. mai 2020

SKRIVIGLEÐI: YRKINGAR UM EINSEMI

Oddfríður undirvísir í vallærugreinini Skrivigleði. Hann skrivar soleiðis til heimasíðuna:


Einsemið kann fylla nógv hjá fleiri okkara. Ymiskt er eisini, hvussu væl vit duga at liva við einseminum. Áðrenn hesa koronatíðina vóru tað nógv, sum til tíðir kendu hetta einsemið á sær. Meðan vit hava verið í sóttarhaldi, sjálvboðið ella ei, so hevur einsemið kanska fingið eina aðra dýpd. Kenslurnar kunnu reika. Tankarnir fara á flog.
 
Nakrir næmingar í valfakinum, Skrivigleði, hava skrivað yrkingar um evnið: Einsemi.

 

Einsemi er eitt ódjór 
 
Kenslan er eitt ódjór 
Hon oyðileggur bæði sinni og sálina 
Har er eingin vegur burtur 
Hon plágar teg uttan náði 
Eingin veit hvussu kenslan spakuliga drepur teg 
Eingin fer nakarantíð at skilja 
Uttan so at tey sjálvi hava upplivað hana 
Ræðuligu kensluna 
Hon steingir teg inni 
Tú fært einki gjørt 
Tú skríggjar or skríggjar 
Men eingin hoyrir teg 
Hon týnir eitt lítið pettið av tær 
Dag fyri dag 
Kenslan hálar teg undir 
Tú druknar 
 
 
Jóhanna J. úr Dímun
 
 
 
Einsemi 
 
Fult av vindi, stormandi rundan um meg, 
hárið fær ikki frið fyri ættini, 
og varrar mínar vilja smílast, 
tí eg elski hetta, hetta er tað mær dámar. 
 
Men so knappliga. Stilt. Eingin vindur, 
hárið liggur tungt eftir bakinum. 
Hvar fór vindurin? 
Eg veit, at hann er har, men bara ikki hjá mær. 
 
Tað er tað ringa. Tað, at eg veit, at hann er har. 
Onkrastaðni. Ordiliga nær. Men bara ikki hjá mær.  
 
 Bjørg Brynhildardóttir Egholm


 
 
Einsemi 
 
Eg siti á mínum stóli, 
meðan eg hoyri læraran tosa 
í baggrundini. 
Hann tosar um ein fugl. 
Eg hoyri eisini 
mínar floksfelagar teska 
sínámillum. 
Ímeðan siti eg her;  
einsamøll 
og hugsi um, hvat mín 
næsti stílur skal vera um, 
eg hugsi um hasa býttu líkningina, 
sum eg ongantíð kláraði at loysa. 
Eg hugsi um húskið, minar vinir, 
mítt kelidjór. 
Hví? Hvat? Hvussu Nær? 
Spyrji eg tankar mínar, 
hvønn annan skal eg spyrja? 
Men eg fái einki svar. 
Fuck, eg føli meg einsamallan. 
 
 Silja Maria Nolsøe
 
 
 
Einsemi 
 
Einsemi er sum eitt stórt, djúpt og kolasvart hol.  
Eingin annar, enn tú og ljóðið  
av øllum, ið hava tað stuttligt og flenna.  
Einsemið er sjávt helvitið,  
fólk taka lívið av sær,  
tí eingin er hjá teimun  
og tekur sær av teimun,  
eingin elskar tey,  
eingin hatar tey  
og eingin syrgir fyri,  
at tey skulu hava tað gott,  
har er eingin. 
 
Einsemi er tá ið øll hava fingið fríkorter, 
og øll spæla og flenna í skúlagarðinum,  
men tú situr bara einsamallur í einum króki  
og hyggur at,  
klárar ikki eingang at ímynda tær,  
at tú ert ein partur av spælinum,  
tú hevur ongan, ið ynskir,  
at tú skalt vera ein partur av spælinum.  
 
Einsemi er ein kensla av at sakna at hava onkran at halda um.  
Tað er lætt at standa saman við vinum,  
men tað krevur mót at standa sjálvur.  
Tann harðasti túrurin er at ganga sjálvur,  
men tað er eisini hesin túrurin, ið ger teg sterkari. 
 
Filomena Müller


 
Einsemi 
 
Eg siti her einsamøll og særd. 
Tað følist, sum verðin hevur meg gloymt. 
Um tú visti hví, hevði tú verið heilt forfærd. 
Tað endaði als ikki, sum eg hevði droymt. 
 
Hóast eg vil, sleppi eg ikki út. 
Eg leingist illa eftir tí, sum var tá. 
Tað skal nógv til at loysa hendan knút. 
Eg tími ikki at bíða meira, men eg má. 
 
So kom hesin frálíki dagur. 
Vakra sólin bakaði av himli. 
Eg trúði aldrin nakar kundi vera so glaður. 
Eg skilji ikki, at lívið kann verða sum í einum filmi. 
 
Emilia Soll
 
 
 
Einsemi 
 
Einki svar 
Eg veit at tað ikki gongur upp 
Óteljandi rúgvur har eg síggi hvørt kort, 
men fjórði kongurin er ávegis 
Hey, nei, ja, kanska, nei, ikki kortini. 
Enn haldi eg á at leggja 
Hví? Tað er einfalt 
Kanska kemur hann 
Kanska ikki 
Eg veit at tað hendir 
Kongurin er her 
So er aftur at blanda. 
Sett er á borðið 
Og ketilin ýlir 
Kongur sessast, heldur óynsktur 
Men eg má nokk taka tað eg fái 
 
Gunnvá Winther
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 

 

 

 

 

Office 365
K-skíggi
I-bók
Flokkar