Tíðindi

02. nov 2026

6 ÁRA FØÐINGARDAGUR

30. okt 2026

Ragnar Sverri í starvslæru á Menta­mála­ráðnum

27. okt 2026

OYGGJA­LEIKIR: EVNISVIKAN Í GRUND­DEILDINI

20. okt 2026

TVÆR ENSKAR

20. okt 2026

NÝTT FRÁ KIM FUPZ AAKESON

20. okt 2026

LÆRARAHILLIN

09. okt 2026

Ungdómsbók - lættlestur

19. feb 2020

JENIS HEILSAÐI RÁSTEVNUGESTUM Á STÓRSKÍGGJA

Sum áður umrøtt hava lærarar verið á ráðstevnu í Norðurlandahúsinum í dag, har evnið var Lærdómur er lættur at bera – læring í 21 øld.  Dagurin varð skipaður við trimum felags framløgum og fimm verkstovum.  Meira um tað er at finna HER.
 
Ætlanin var, at landsstýrismaðurin í skúlamálum skuldi vera á staðnum, men foreldur hansara hava 71 ára brúdleypsdag í dag, og tí barst honum frá.  Aftur fyri kom hann við eini heilsan til uppmøttu skúlafólkini á stórskíggja, og tað riggaði bara væl.   
 
Ymist av  tí, ið frammi var, kendu lærarar aftur, so sum at eggja næmingunum at seta spurningar, at læra teir at finna og kenna trupulleikarnar, at stimbra børnunum at  kjakast og skifta orð, eggja til forvitni, at leggja til merkis skapandi hugskot og gerðir millum næmingarnar o.s.fr.  Onkur mundi rykkja brýr, tá ið fyrilestrarhaldarin nevndi orðini “give kontrol fra sig”, men tá ið lagt var afturat tað var fyri at fáa næmingarnar at uppdaga “spillerummet for autonomi”, mundi hann blíðkast :-) “Embodied, extended, enactive embedded,” jú, lærarar skulu alla tíðina dagføra sína vitan til tess at kunna  geva eina uppaftur betri undirvísing.
 
Dagurin endaði um nón.

Office 365
K-skíggi
I-bók
Flokkar