Tíðindi

28. okt 2025

IMEND

28. okt 2025

NOVELLESPOR (lærarahillin)

28. okt 2025

PAPBRØDRE

28. okt 2025

NÝGGJ BÓK

28. okt 2025

TEKNIBÓK

28. okt 2025

BÝLI

28. okt 2025

ITALIA

12. feb 2020

SKÚLAFÓLK Á RÁÐSTEVNU Í NORÐURLANDAHÚSINUM Í NÆSTU VIKU

Dagurin verður skipaður við trimum felags framløgum og fimm verkstovum. Lærararar og námsfrøðingar í Skúlanum á Fløtum møta mikudagin, og í tí sambandi er eingin skúlagongd mikudagin 19 februar.


Fyrsta fyrilesturin heldur Lene Tanggaard, professari, ph.d. og rektari á fromlistaskúlanum í Kolding. Heitið á fyrilestri hennara er At læra fyri at liva í 21. øld. Hon fer  m.a. at røða um, hvør lærdómur verður týdningarmestur við serligum atliti  at skapandi lærutilgongdunum.   Annan fyrilesturin eigur  Theresa Schilhab, ið er professari, nervalívfrøðingur og ph.d. á lærda háskulanum í Áarósa. Heitið á fyrilestri hennara er ber hetið Um  sansaupplivingar í læring. Hon tekur støði í nýggjari gransking innan fatanarsálarfrøði og nervavísindi. Triði fyrilesturin er eftir Michael Wahl Andersen, sum er lektari í støddfrøði og sálarfrøði á  Professionsháskúlanum í Keypmannahavn. Í fyrilestrinum Arbeiðsminni fer hann at greiða frá, hvussu arbeiðsminni sum hugtak kann skiljast, og hvønn týdning tað hevur fyri læring.


Verkstovurnar eru fimm í tali: Náttúruupplivingar og tøkn, Faklig lesing í støddfrøði, Kropsligar rørslur, Avbjóðingar hjá lesiveikum næmingum í undirvísingini, Norðurlendsk samvirkin skaldsøga 
 
Meir fæst at vita á heimasíðini hjá Skúlablaðnum. Fylg slóðini HER.
 
(Kelda: skulabladid.fo)

Ein av fyrilestrarhaldarunum er Lene Tangaard. 
Office 365
K-skíggi
I-bók
Flokkar