Tíðindi

02. nov 2026

6 ÁRA FØÐINGARDAGUR

30. okt 2026

Ragnar Sverri í starvslæru á Menta­mála­ráðnum

27. okt 2026

OYGGJA­LEIKIR: EVNISVIKAN Í GRUND­DEILDINI

20. okt 2026

TVÆR ENSKAR

20. okt 2026

NÝTT FRÁ KIM FUPZ AAKESON

20. okt 2026

LÆRARAHILLIN

09. okt 2026

Ungdómsbók - lættlestur

07. feb 2020

Tá ið fyrstu bøkkarnir vórðu loystir úti á Fløtum

Soleiðis varð skrivað á heimasíðuni 23. mai 2016:

Ein vendist við: Hakin settur í úti á Fløtum

Í góðveðrinum klokkan 11:30 fyrrapartin var hátíðarløta úti á Fløtum í samband við, at hakin varð settur í grundøkið til nýggja Skúlan á Fløtum. Barnakór við næmingum úr 1.-2. flokki sang tveir sangir, røður vórðu hildnar av Heðini Mortensen, borgarstjóra, Helenu Dam á Neystabø, forkvinnu í mentamálanevndini og Hanusi Joensen, skúlastjóra.

Næmingar, lærarar, býráðspolitikkarar, fólk frá umsitingini  og onnur áhugað vóru til staðar og stuðlaðu  borgarstjóranum væl við lógvabrestum, tá ið hann  loysti fyrsta bøkkin væl hjálptur av forkvinnuni  í mentamálanevndini og skúlastjóranum, sum tóku sær av øðrum og triðja skurði :-) 

Børnini fingu sunkist at drekka; kaffi, te og køkur vóru til tey vaksnu.

Articon stendur fyri fyrsta arbeiðinum, ið  er avgrevstur, so síggjast kann, hvussu viðari skal farast fram við at spreingja og grovplanera. Hetta er byrjanin til størstu byggiverkætlan í Tórshavnar kommunu, ið er mett at kosta 350 milliónir krónur.

----

Myndir frá hendingaríku  hátíðarløtuni eru at síggja HER.

 

Office 365
K-skíggi
I-bók
Flokkar