Tíðindi

07. nov 2026

FIRST LEGO LEAGUE

02. nov 2026

6 ÁRA FØÐINGARDAGUR

30. okt 2026

Ragnar Sverri í starvslæru á Menta­mála­ráðnum

27. okt 2026

OYGGJA­LEIKIR: EVNISVIKAN Í GRUND­DEILDINI

20. okt 2026

TVÆR ENSKAR

20. okt 2026

NÝTT FRÁ KIM FUPZ AAKESON

20. okt 2026

LÆRARAHILLIN

23. mai 2016

Ein vendist við: Hakin settur í út á Fløtum

Í góðveðrinum klokkan 11:30 fyrrapartin var hátíðarløta úti á Fløtum í samband við, at hakin varð settur í grundøkið til nýggja Skúlan á Fløtum. Barnakór við næmingum úr 1.-2. flokki sang tveir sangir, røður vórðu hildnar av Heðini Mortensen, borgarstjóra, Helenu Dam á Neystabø, forkvinnu í mentamálanevndini og Hanusi Joensen, skúlastjóra.

Næmingar, lærarar, býráðspolitikkarar, fólk frá umsitingini  og onnur áhugað vóru til staðar og stuðlaðu  borgarstjóranum væl við lógvabrestum, tá ið hann  loysti fyrsta bøkkin væl hjálptur av forkvinnuni  í mentamálanevndini og skúlastjóranum, sum tóku sær av øðrum og triðja skurði :-) 


Børnini fingu sunkist at drekka; kaffi, te og køkur vóru til tey vaksnu.

Articon stendur fyri fyrsta arbeiðinum, ið  er avgrevstur, so síggjast kann, hvussu viðari skal farast fram við at spreingja og grovplanera. Hetta er byrjanin til størstu byggiverkætlan í Tórshavnar kommunu, ið er mett at kosta 350 milliónir krónur.

Les eisini á in.fo. Leinki her:

 

http://www.in.fo/news-detail/hakin-settur-i-til-storskula/

Office 365
K-skíggi
I-bók
Flokkar