Tíðindi
SUMMARIÐ, TÁ ALT HENDI
FERÐIN TIL KONGURVÁG
LÆRARAHILLIN
ILLUSTRERET VIDENSKAB
FLL 2026: "KOYR Á BLÁ" ÚR 6.E Í SKÚLANUM Á FLØTUM FÓR VIÐ VINNARASTEYPINUM
FIRST LEGO LEAGUE
6 ÁRA FØÐINGARDAGUR
FRIÐLEYS
Onnur bókin í fantasy-tríverkinum Snjómánafólkið, sum Ingun Christensen hevur skrivað. Trýst á leinkið og fá meira at vita um bókina.
Saga er fangað í einum myrkum fangakliva í Mánatemplinum. Hon er í stórum vanda! Prestinnurnar ætla kanska at ofra hana til mánagudinnuna Lunu, ella lata hana upp í hendurnar á Haraldi Tummatongli. Hann vil hava hevnd, tí hann heldur, at Saga hevur dripið son sín.
Men Saga gevst ikki so lætt!
Hon má finna ein máta at sleppa úr templinum, áðrenn tað er ov seint. Men tað verður ikki lætt. Hon er púra einsamøll, hevur ongi vápn og situr føst í leinkjum mitt í fíggindalandinum. Og hetta er ikki fyrstu ferð, hon roynir at sleppa úr Mánatemplinum ...
Nú má Saga brúka bæði vit og sítt dirvi. Men klárar hon at leggja eina ætlan, sum kann bjarga henni? Og hvør veit, hvørjar loynidómar og vandar fjala seg í templinum?
Ein spennandi søga um dirvi, vón og eina gentu, sum ikki gevst, hóast alt sær svart út!
Friðleys er onnur bókin í fantasy-tríverkinum Snjómánafólkið, sum Ingun Christensen hevur skrivað. Fyrsta bókin í røðini eitur Rúnaspá.
Rithøvundur: Ingun Christensen