Tíðindi
SUMMARIÐ, TÁ ALT HENDI
LÆRARAHILLIN
ILLUSTRERET VIDENSKAB
FLL 2026: "KOYR Á BLÁ" ÚR 6.E Í SKÚLANUM Á FLØTUM FÓR VIÐ VINNARASTEYPINUM
FIRST LEGO LEAGUE
6 ÁRA FØÐINGARDAGUR
Ragnar Sverri í starvslæru á Mentamálaráðnum
FERÐIN TIL KONGURVÁG
Nýggj føroysk bók. Les um bókina, keyp hana ella koma á skúlabókasavnið og lán hana
Kom við á eina spennandi og gandakenda ferð!
Hvussu er tað at ferðast inn í eina marru? Og hvat hendir, tá ið tú møtir einum eiturkoppi, sum kanska kann hjálpa tær?
Hetta kanst tú fáa at vita í nýggju barnabókini Ferðin til Kongurvág, sum Urd Johannesen hevur skrivað og Silja Eystberg hevur myndprýtt.
Ein spennandi søga um marrur og ævintýr
Ólavur dámar als ikki at fara í song. Hvørja nátt fær hann nevniliga somu ræðuligu marru. Í marruni verður hann jagstraður av løgnum, slímutum verum, sum broytast til eld. Hann rennur gjøgnum eitt myrkt helli, til hann brádliga dettur út av eini egg ...
Men eina nátt hendir nakað heilt serligt. Marran broytist, og Ólavur endar í Kongurvág, einum løgnum ríki, har eiturkopparnir ráða.
Har hittir hann ein eiturkopp, sum hann fer á eina spennandi ferð saman við. Teir skulu ferðast inn í Kongurdal og royna at steðga marruni eina ferð fyri allar.
Men klára teir tað? Og torir Ólavur at møta tí, sum bíðar honum?
Ferðin til Kongurvág er ein spennandi og ævintýrkend søga um vinalag, ótta og dirvi. Bókin er 100 síður og hóskar væl til børn millum 7 og 12 ár.
Um tey, sum hava gjørt bókina
Urd Johannesen er rithøvundur og mentanarsamskipari. Hon hevur áður givið yrkingar út, men hetta er fyrstu ferð, hon gevur eina barnabók út.
Silja Eystberg er listafólk og myndprýðari. Hon hevur millum annað myndprýtt bókina Fornt eftir Elina á Rógvi, sum varð tilnevnd Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins í 2025.