Tíðindi

09. okt 2026

Ungdómsbók - lættlestur

09. okt 2026

LÆTTLISIN DONSK UNGDÓMSBÓK

09. okt 2026

LÆRARAHILLIN

09. okt 2026

TIL TEY YNGSTU

09. okt 2026

GÍVRADKÚLIN

09. okt 2026

UM KENSLUR

09. okt 2026

HEIMSINS MIKLU ÁIR

07. okt 2026

Børn hjá foreldrum, sum eru farin hvør til sítt

Í Skúlanum á Fløtum leggja vit stóran dent á, at børnini trívast og hava tað gott, og ynskja vit at gera nakað munagott fyri at tryggja hesum.

Sum nakað nýtt, fara vit at bjóða børnum, hvørs foreldur eru farin frá hvørjum øðrum, at koma í samrøðubólk. Hetta er fyrsta árið, at børn í skúlanum á Fløtum fáa hetta tilboðið bjóða, og hava vit hoyrt frá øðrum skúlum, ið hava líknandi samrøðubólkar, at børnini hava verið ómetaliga glað fyri tíðina í samrøðubólki.

Hjúnarskilnaður er ein av teimum avbjóðingunum, ið nógvar familjur møta í dag. Alt fleiri børn í Føroyum uppliva, at foreldur fara frá hvørjum øðrum, áðrenn tey eru 18 ár. Familjubrotið førir fyri tey flestu eina stóra sorg við sær og nógvar tankar. Óansæð um hjúnarskilnaðurin hevur verið lagaligur ella merktur av stríði, vísir tað seg, at børnini sita eftir við nógvum ósvaraðum spurningum, ið tey høvdu havt gleði av at práta um í einum tryggum og óheftum umhvørvi.

Heilsufrøðingurin Sára Gullfoss hevur í samráð við “Center for Familieudvikling”, ið nú eitur ”Styrk familierne” tikið eina eftirútbúgving á Námi í at hava samrøðubólk fyri børn, hvørs foreldur eru farin frá hvørjum øðrum. Afturat Sáru Gullfoss verður Jóngerð Reinert, ið er námsfrøðingur á skúlanum. Tær verða bólkaleiðarar og fara saman at skipa samrøðubólkin.

Samrøðubólkurin er eitt stað, har børnini fáa høvi at hitta onnur, ið hava upplivað nakað líknandi. Við at fáa sett orð á tankar og kenslur kann tað geva teimum eina kenslu av, at tey ikki eru “einsamøll”, “skeiv” ella “løgin”.

Tað er tagnarskylda í bólkinum. Tað vil siga, at bólkaleiðarnar ikki bera persónligar upplýsingar víðari til onnur, hvørki skúlaleiðslu ella foreldur.

Samrøðubólkurin er ætlaður at vera eitt fyribyrgjandi tilboð. Talan er ikki um terapi, men heldur at geva børnunum møguleika at seta lívsumstøður teirra í eitt størri høpi og geva teimum ítøkilig amboð at handfara sínar kenslur og hugsanir. Royndir vísa, at børn læra sera nógv av at spegla sær í javngomlum.

Samrøðubólkurin byrjar í november og hittist eftir skúlatíð eina ferð um vikuna í 8 vikur (4 vikur áðrenn jól og 4 vikur eftir), 1½ tíma hvørja ferð. Samrøðubólkurin verður hildin í hølinum hjá heilsufrøðinginum. Tilboðið um luttøku í samrøðubólkinum fevnir um øll børn, hvørs foreldur eru farin frá hvør øðrum, og er sostatt ikki treytað av, um skilnaðurin fór fram fyri stuttari tíð síðan ella fyri mongum árum síðan. Tó skal tað í minsta lagið verða ½ ár fráliðið.

Tilboðið hetta skúlaárið er til 7., 8. og 9. flokk. Tey, ið vilja vera við, kunnu skriva til sarag@gigni.fo ella jongerd.reinert@saf.fo ella við at senda boð á tlf. 562362 (Sára).  Seinasta freist at melda seg til er mánadagin 19. oktober 2026.

Møguleiki er at lesa meira um “styrk familierne” á https://styrkfamilierne.dk/

Um tit hava spurningar ella viðmerkingar, eru tit vælkomin at venda tykkum til bólkaleiðarnar.

Office 365
K-skíggi
I-bók
Flokkar