Tíðindi

09. okt 2026

Ungdómsbók - lættlestur

09. okt 2026

LÆTTLISIN DONSK UNGDÓMSBÓK

09. okt 2026

TIL TEY YNGSTU

09. okt 2026

GÍVRADKÚLIN

09. okt 2026

UM KENSLUR

09. okt 2026

HEIMSINS MIKLU ÁIR

08. okt 2026

EIN HEIMSSTJØRNA

09. okt 2026

LÆRARAHILLIN

Vegvísari til góðar lesiupplivingar

 


Henda bókin gevur eitt granskingargrundað innlit í skaldsøgulesing og vísir, hvat serligt hendir, tá ið  vit lesa skaldskap. Um fleiri skulu fáa góðar lesiupplivingar, mugu vit skilja, hvussu lesing ávirkar okkum, bæði sum børn, ung og vaksin.

Bókin sameinir vitan úr bókmentafrøði, lesigransking og bókmentaundirvísing. Við støði í eini lesifrøðiligari skipan vísir hon, hvussu ymiskir tættir ávirka lesingina:

Lesiførleiki

  •  Lesivanar
  • Lesimiðlar
  • Lesistaðir
  • Tekstval
  • Lesiuppliving
  • Lesisjálvsfatan
  • Lesimentan
  • Lesifelagsskapir

Somuleiðis gevur bókin ítøkilig ráð um, hvussu skaldsøgulesing kann kannast, mennast og fremjast.

Skaldsøgulesing vendir sær til øll, ið undirvísa í ella arbeiða við bókmentum, til dømis lærarar, lesivegleiðarar, bókasøvn og lestrarlesandi.

Office 365
K-skíggi
I-bók
Flokkar