Tíðindi
12. mar 2026
SPENNANDI FRAMLØGA
08. mar 2026
GLOYMD KLÆÐI
05. mar 2026
Gongustjørnur í forskúlanum
04. mar 2026
7.Ð SELUR DØGURÐAMAT Í KANTINUNI
03. mar 2026
ENSKUR LÆTTLESTUR
03. mar 2026
5 MANGABØKUR
03. mar 2026
8 GRAFISKAR SKALDSØGUR
21. jan 2026
100 dagar í skúla!
Í dag hava vit í forskúlanum hátíðarhildið, at vit hava gingið 100 dagar í skúla.
Børnini høvdu glett seg, og fleiri høvdu pyntað seg til veitsluna. Vit byrjaðu við kalendara. Til kalendara telja vit dagarnar við súgvirørum. Í dag bundu vit tíggju 10-ara bunti saman til eitt hundraðara bunti. Síðan høvdu vit morgunsang. Vit sóu ein fittan film um hundrað seyðir. Eftir hetta fóru vit inn í stovurnar. Í stovunum taldu og drógu vit 100 cheerios uppá tráð, sum blivu til fín hálsbond. Dagurin endaði við lekkrari køku frá foreldraumboðunum, og spæli.
"Hetta var besti dagurin", søgdu fleiri av forskúlabørnunum. Ein super dagur :)
Tekstur og myndir: Katrin Linberg Mortensen