Tíðindi

12. mar 2026

SPENNANDI FRAMLØGA

08. mar 2026

GLOYMD KLÆÐI

05. mar 2026

Gongustjørnur í forskúlanum

04. mar 2026

7.Ð SELUR DØGURÐAMAT Í KANTINUNI

03. mar 2026

ENSKUR LÆTTLESTUR

03. mar 2026

5 MANGABØKUR

03. mar 2026

8 GRAFISKAR SKALDSØGUR

06. jan 2026

Nýggj, 2 bind

Umskrivað, so hon er løtt at lesa hjá øllum. Mál: danskt

Vit kenna fyrst og fremst rithøvundin Line Kyed Knudsen frá barnabókunum sum t.d. røðirnar røðunum “K for Klara” og “Naja Münster”. Í 2023 gav hon út bókina “Sektens døtre”, sum í grundini er skrivað sum ein ungdómsbók, men sum eisini er væl egna ð til  vaksin. Bókin tekur støði í veruligum hendingum.

Í skaldsøguni fylgja vit tveimum frásøgnum: ein úr fortíðini og hin úr nútíðini. Í fortíðini fara vinkonurnar Christina og Maria á yogatilhald á oynni Møn. Tað, sum byrjar sum eitt sjálvsmenningarlega, vísir seg skjótt at vera ein trúarsekt, stýrd av einum karismatiskum og manipulerandi leiðara. Tær báðar verða spakuliga drignar longur inn í sektina, har vinalagið brotnar, og tamarhald á egnum lívi  verður tikin frá teimum. Tað, sum sær út sum persónlig menning, er í veruleikanum psykologisk manipulering og avbyrging. Hetta fær álvarsligar lívlangar avleiðingar.

Í nútíðini fylgja vit Fiona Bartholdy, eini ungari filmslesandi kvinnu og dóttir  dokumentarist. Hon leitar eftir sínum biologiska  pápa. Meðan hon leitar,  verður hon sett í vanda, tá ið ein gátufør kvinna í einum svørtum telsabili  byrjar at fylgja henni. Jú meira hon gravar í fortíðini, tess meira vendir fremsstifingur aftur til sektina, sum fyri mongum árum síðan var orsøk til, at ein ung kvinnu doyði. Fortíð og nútíð verða vovin saman, og tað verður greitt, at onkrir loynidómar við vilja verða krógvaðir.

“Sektens døtre” er bókin til teirra, ið dámar væl  spenningsskaldsøgur við sálarligum trýsti. Tú verður undirhildin frá byrjan til enda. Ein bók, sum er torfør at leggja frá sær.  

Henda útgávan er í tveimum bindum og umskriva, so hon er løtt at lesa hjá øllum.

Office 365
K-skíggi
I-bók
Flokkar