Tíðindi

19. jun 2025

NÚ ER SUMMAR­FRÍTÍÐIN BYRJAÐ

18. jun 2025

FARVÆL 9. FLOKKUR

18. jun 2025

PRÓGVHANDAN

17. jun 2025

SKÚLA­TIVOLI

17. jun 2025

AFTURVEND­ANDI KASSABILAKAPPKOYRINGIN

16. jun 2025

ELSUBA í 5.D VINNUR FYRSTU VIÐISLØN Í SØGUKAPPING

15. jun 2025

SPENNANDI SKÚLA­TIVOLI

12. jun 2025

TEY  Í 3.B TÓKU ÍMÓTI KONGI Í NÓLSOYARFIRÐI

Gunnvør lærari var og tók ímóti Fríðriki kongi saman við sínum næmingum. Hon greiðir soleiðis frá:

3.b var við Westward Ho í gjár, mikudagin 11.  juni.  Vit sluppu við Sluppini   at taka ímóti kongsskipinum , tá ið tað kom inn á Havnina. Jens Mortan lærari  er sluppvinur, og hann helt, at tað hevði verið stuttligt hjá okkum í 3.b at sloppið við henda serstaka túrin.

Vit løgdu frá landi kl. 7.30, og á túrinum sluppu næmingarnir at hjálpa til at vinda upp seglini úti í Nólsoyarfirði. Vit silgdu so nakað ímóti Hoyvíkini og bíðaðu eftir, at  Dannebrog kom móti okkum av Skálafjørðinum. Tá ið vit møttust, fagnaðu øll kongshjúnunum við at veittra við Merkinum, og Sluppin heilsaði samstundis við lúðrinum. Síðani var lurtað, meðan danska verjuskipið, heilsaði Fríðriki kongi, Mary drotning og Josefinu prinsessu  við at  skjóta 7 heiðursskot. Rørandi løta, tá ið bæði næmingar  og skip vístu  virðing fyri kongi og fylgi hansara.

Vit silgdu  inn aftur á Havnarvág aftaná kongsskipinum og øðrum bátum, sum vóru komnir at taka ímóti Dannebrog  og kongsfamiljuni. Á bryggjuni tóku nógv fólk ímóti, teirra millum fleiri flokkar av Fløtum.

Løtan speglaði eitt brot í vanliga skúladegnum, ein serstøk livandi hending, sum minti um eitt ævintýr. Ein avbera góður og minniligur túrur.

Myndir: GWE
 

Office 365
K-skíggi
I-bók
Flokkar