Tíðindi

14. aug 2025

HENT RÁÐ TIL SKÚLA­NÆMINGIN

13. aug 2025

AFTUR Í SKÚLA

19. jun 2025

NÚ ER SUMMAR­FRÍTÍÐIN BYRJAÐ

18. jun 2025

FARVÆL 9. FLOKKUR

18. jun 2025

PRÓGVHANDAN

17. jun 2025

SKÚLA­TIVOLI

17. jun 2025

AFTURVEND­ANDI KASSABILAKAPPKOYRINGIN

12. aug 2025

Ansið eftir børnunum í ferðsluni

Tann 13. august byrjar skúlaárið. Hetta merkir, at tað aftur verða børn í ferðsluni á veg í og úr skúla. Og fyri Miru og Gilla – og umleið 800 onnur børn í Føroyum, verður hetta eisini fyrstu ferð, tey fara í skúla. Ansið tí væl eftir teimum í ferðsluni komandi tíðina.

Vit skulu altíð geva teimum ábæru í ferðsluni gætur, men tá skúlarnir byrja, mugu vit vera serliga varin. Um hetta mundið kunnu vera fleiri børn, ið eru smá og óroynd í ferðsluni. Tað krevur, at ferðin verður sett niður, og at vit eru gáin. 

Aftur í ár samstarva kommunur og Ráðið fyri Ferðslutrygd um átakið. Við skúlar verða skelti hongd upp við áheitan um at vísa ansni, og hesaferð eru 13 kommunur við í átakinum.

Tilfar til foreldur
Skelti eru tó ikki nóg mikið. Ráðið fyri Ferðslutrygd mælir til, at foreldur fara út í ferðsluna við børnunum at venja tey. Tí tað krevur venjing og royndir at gera børnini til trygg vegfarandi og at læra tey, hvørjum tey skulu ansa eftir á vegunum. 

Tá barnið byrjar í skúla, er hetta ein nýggj støða, og hon krevur at barnið dugir at bera seg rætt at í ferðsluni. Barnið lærir ikki um ferðslutrygd av baksetrinum í bilinum ella við at hyggja í eina bók. Vit mæla tí foreldrum til at fara út í ferðsluna saman við barninum. Tess meira foreldur og børn venja í ferðsluni, tess raskari verður barnið at ferðast sjálvt.

Allir næmingar í 1. flokki fáa ein súkkluhjálm og kunning og góð ráð til trygga atferð í ferðsluni. Eisini eru góð ráð og venjingar at finna á heimasíðuni hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd. Í heyst fáa tey yngstu eisini endurskinsvest. Harumframt er ferðsla kravt undirvísingarevni í skúlunum.

Ráðið fyri Ferðslutrygd (rff.fo) 

Office 365
K-skíggi
I-bók
Flokkar