Tíðindi

16. des 2025

AFTURVEND­ANDI LUSIAGONGAN VAR Í GJÁR

16. des 2025

MÍN JÓLABÓK 2025

16. des 2025

Sjey fittar jólasøgur

13. des 2025

3. FLOKKUR Á BOÐANESHEIMINUM

09. des 2025

SKÚLAJÓL 2025

09. des 2025

JÓLAHALD FYRI FORELDUR OG AVVARAÐANDI

09. des 2025

Djór

19. jun 2025

NÚ ER SUMMARFRÍTÍÐIN BYRJAÐ

Skúlaárið endaði sum vant við veldugari sangløtu

Takk fyri frálíka skúlaárið!

Vit hava nú sagt farvæl við eitt skúlaár, sum hevur verið fylt  av skúlatímum, læring, og góðum løtum. Takk tit góðu næmingar fyri tykkara íkast bæði til álvara og gaman – og eisini fyri at orðatakið “sjáldan er forvitin fegin” fleiri ferðir er gjørt til skammar. Vit hava saman skapað eitt ár við nógvum fakligum avbjóðingum, sum vit nú vit skúlaársenda kunnu leggja til síðis og samstundis kunnu fegnast um.

Myndirnar og upptøkurnar er frá stóra felagssanginum í morgun – har røddirnar rungaðu í samljóði, og gleðin sást í eygunum á bæði stórum og smáum. Ein løta, sum veruliga leiðir okkum til  samanhald, vinalag og sterkan felagsskap.
Lærarar, námsfrøðingar og starvsfólk annars ynskja tykkum øllum eina góða summarfrítíð við sól, spæli, gleði og eisini hvíld. ☀️

Vit gleða okkum longu til næsta skúlaár, har nýggj skúlaævintýr og upplivingar bíða. Havið eitt frálíkt summar, njótið mongu summardagarnar. Vit síggjast aftur í augustmánað sprelskin og hvíld 

Myndir og upptøka: JVÚ

 
 

 

Office 365
K-skíggi
I-bók
Flokkar