Tíðindi

11. nov 2025

BÓKADAGAR Í NORЭURLANDA­HÚSINUM

11. nov 2025

NÝGGJ MYNDABÓK

11. nov 2025

Nýggj myndabók

11. nov 2025

LORTAFRENSUR - HEVNDIN ER SØT OG LUKTAR AV FISKI

11. nov 2025

KORALINA

05. nov 2025

5 ÁRA FØÐINGARDAGUR

04. nov 2025

VINNARIN Í NAVNAKAPPING­INI ER FUNNIN

18. jun 2025

PRÓGVHANDAN

Myndirnar eru tyknar, tá ið prógvini vóru handað næmingunum í 9. flokki seinnapartin. Formaðurin í næmingaráðnum og skúlastjórin hildu røðu, og næmingar og húsorkestrið undirhildu.

Skúlin hevur verið eitt av tykkara støðum , har tit hava lært, livað og goymt  minnir, ið fara at fylgja tykkum alt lívið. Dagurin er serligur, tí í dag eru níggju ár í fólkaskúlanum lokin, og eitt nýtt tíðarskeið byrjar.   Nú standa tit, góðu næmingar, tilreiðar at taka næsta stigið á lívsleiðini.

Vit vilja nýta høvið at ynskja tykkum hjartaliga til lukku við próvnum. Framtíðin liggur opin, og vit eru vís í, at tit fara at náa málum tykkara, stundum skjótt, og til tíðir eitt sindur seinni.

Takk  fyri tíðina í skúlanum. Tit hava verið partur av okkara gerandisdegi, og vit fara at sakna tykkum, nú tit fara. Minnist til, at hava tit eini ørindi her,  eru til altíð vælkomin inn á gólvið. Seinni í lívinum koma nøkur tykkara helst higar sum foreldur, og tað gleða vit okkum til. 

Alt tað besta á lívsleiðini. Lat dreymarnar flúgva, og tað bilar einki um teir flúgva høgt viðhvørt, men gev hjarta tykkara loyvi til  leiða tykkum á vegnum. Minnist til, at tit hvør í sínum lagi  hava styrki og evni at røkka tí, tit seta tykkum fyri.

Myndir og upptøka: JVÚ

Office 365
K-skíggi
I-bók
Flokkar