Tíðindi
03. mar 2026
ENSKUR LÆTTLESTUR
03. mar 2026
5 MANGABØKUR
03. mar 2026
8 GRAFISKAR SKALDSØGUR
03. mar 2026
6 NÝGGJAR TEKNISØGUR
03. mar 2026
TIL TEY YNGSTU
03. mar 2026
I SURVIVED THE JAPANESE TSUNAMI
02. mar 2026
4 nýggjar enskar
14. aug 2025
HENT RÁÐ TIL SKÚLANÆMINGIN
Um at fyrireika seg sum best til skúladagin
Til næmingar í miðdeild og hádeild.
Skipað teg væl
- Hygg væl í vikuætlanina, so tú veitst, hvat tú hevur í morgin. Ger altíð heimasetningin. Fyrireika smáar spurningar til tað, tú hevur arbeitt við. Snilt at skriva niður.
- Pakka taskuna kvøldið fyri.
- Ansa eftir, at hefti, bøkur og skúlalutir annars eru í taskuni.
Góður svøvnur
- Sov í 8–9 tímar. Svøvnurin hjálpir heilanum at minnast betur og arbeiða skjótari.
- Legg snildfonina til síðis, áðrenn tú leggur teg.
Byrja dagin rætt
- Far nóg tíðliga upp.
- Et góðan morgunmat (t.d. havragrýn, egg, banan, grovt breyð..).
- Minst til matpakkan. Gott eisini at hava frukt ella nøtir til argjamáltíð (“ábit”).
- Møt í góðari tíð í skúlanum, so tú kanst byrja dagin uttan strongd.
- Tak góða lagið við í skúla.
Gott huglag
- Set tær smá mál fyri dagin: t.d. “Í dag skal eg spyrja læraran um……”.
- Hav í huga: Mistøk eru púra vanlig og partar av tí at læra. Tú lærir mest av tínum mistøkum, og tá ið tú spyrt.
Snildfonin
- Snildfonin er ikki frammi í skúlanum. Legg hana á avtalaða staðið, tá ið fyrsti tími byrjar.
- Minst til at taka snildfonina heim við tær, tá ið dagurin endar.
(Tillagað kunnu ráðini eisini nýtast til tey yngstu og foreldur teirra)