Tíðindi
GLOYMT, GLOYMT, GLOYMT......
PISAKANNING
GRUNDDEILDIN: SMÁAR GRÝLUR NÓGVAR
FØSTULÁVINT
FØSTULÁVINTSDANSUR Í SJÓNLEIKARHÚSINUM
MYNDIR FRÁ SANGLØTUNI
VÆLKOMIN TIL SANGLØTU MIKUDAGIN
“Vit hoyrdu um ein mann, sum fekk eina kúlu í herðablaðið.”
Námstúrur Heima á Garði í Hoyvík saman við 5.b.
Anna er m.a. søgulærari og og greiðir soleiðis frá túrinum:
Her fyri var 5.b ein forvitnisligan túr Heima á Garði í Hoyvík. Hetta var í sambandi við, at vit í løtuni læra um seinna heimsbardaga í søgu. Øll munnu halda søgur gerast enn betri, um tann, sum sigur frá, sjálv/-ur hevur upplivað tær. Tí var gjørt av at fáa ein mann, sum sjálvur var smádrongur undir 2.heimsbardaga at greiða frá tveimum hendingum, sum hann minnist. Og heppi var tað, at pápi Annu, Símun Dalsgaard, sum vaks upp í Hoyvík og var 4 ára gamal, tá ið kríggið brast á, fegin vildi greiða frá. Hann minnist væl og er góður frásøgumaður.
Hann fortaldi, hvussu hann minnist tann dagin, tá ið eitt týskt flogfar fleyg lágt yvir Hoyvík og skeyt við maskinbyrsum, so ein tíðilig slóð av skotum var at síggja í bønum oman móti bóndagarðinum í Hoyvík. Eisini segði hann frá, tá ein mina, sum hevði slitið seg leysa, rak inn í mølina í Hoyvík og sprongdist. Spreingingin var so hørð, at grót fleyg gjøgnum luftina heilt upp um bakkan og oman yvir húsini hjá teimum. Ein stórur steinur endaði á loftinum, beint við síðuna av kamarinum, har hann lá og svav.
Børnini greiða soleiðis frá túrinum:
- “Vit hoyrdu um ein mann, sum fekk eina kúlu í herðablaðið.”
- “Gamli garðurin er yvir 300 ára gamal.”
- “Pápi Annu greiddi frá, at eitt skothol frá týska flogfarinum, framvegis kann síggjast í trappusteininum uttanfyri garðin – hetta sóu vit kortini ikki.”
- “Tað gamla húsið var mega kul, og tað var ordiliga stuttligt at síggja gomlu telefonina og seymimaskinuna, sum ongan streym brúkar. Men hevur fótpedal.”
- “Vit lærdu um minur.”
- “Veðrið var øgiliga gott og flott í morgun, men kalt.
- “Tað var spennandi at síggja tey gomlu tingini í húsinum.”
- “Man fann eitt sindur út av, hvussu tey gomlu húsini sóu út innan í mun til húsini í dag.”
- “Tað var spennandi at lurta eftir pápa Annu, tá hann fortaldi um, at tey høvdu telefonstøð. Og tá onkur ringdi til støðina, mátti hann út at bera telefonboðini. Hann mátti fara við telefonboðum, eisini í ringum veðri.”
- “Gamli garðurin var nokkso luksus í mun til, hvussu gamal hann var.”
“Tað var spennandi at hoyra um, tá minan brast í mølini í Hoyvík og ein stórur steinur rakti kamminuna í húsunum hjá pápanum, men kamminan helt. Um kamminan var brotnað, hevði steinurin rakt pápabeiggjan, sum lá og svav beint við síðuna av.” - “Vit sóu eisini sólina rísa yvir Borðuni.”
- “Tað var stuttligt at síggja gamlar myndir inni í gamla garðinum. Myndirnar vóru av gomlum fólkum og skriftin var nokkso gomul. Eisini vóru gomul bløð.”
- “Man fann út av, hvussu spennandi tað var at liva tá í tíðini, sjálvt um tað var farligt.”
- “Gólvið var ordiliga ójavnt.”
- “Hurðarnar og sengurnar vóru nokkso lítlar. Og so var tað nokkso stuttligt at síggja, hvat forstovan varð brúkt til. Hon varð brúkt, um nú kongur skuldi komið at vitja.”
- “Tað var stuttligt at síggja øll tingini, sum tey t.d. greiddu sær við, speglaðu sær í, krúllaðu sær við o.t.”
- “Tað var eisini stuttligt at síggja, hvar Anna hevði spælt tá hon var smágenta. T.d. sóu vit ein stein, sum hon kallaði
- “Slættisteinur”, har tey spældu, at tað var eitt hús.”
- “Vit sóu hvat ein kveistur er. Sum vit hoyra um í Hørpurímu. Ein kveistur er ein lítil kustur, sum er seymaður av veingjum.”
- “Hvussu annarleiðis møblarnir vóru tá í mun til í dag.”
- “Vit sóu Roykheygg, sum varð brúktur, tá glaða varð millum oyggjarnar.”
- “Vit sóu torvkassan.”
- “Pápin dugdi ordiliga væl at greiða frá.”
- “Tað var stuttligt at hann vísti okkum á, hvar tað hendi.”
- “Tað var stuttligt at hoyra søgurnar frá einum, sum sjálvur hevði upplivað tær.”
- “Hann tosaði ordiliga klárt og tíðiligt.”
- “Eg haldi tað er nokkso kul, at hann kláraði at minnast alt hatta, tí tað er soooo langt síðani.”
- “Hann dugdi ordiliga væl at forklára.”
- “Tað var stuttligt og spennandi at hoyra hvussu hansara lív var undir krígnum:”
Myndir og tekstur: ADA











