Tíðindi

09. mai 2025

EKSPERIMENTARIUM

08. mai 2025

SO YMISK, MEN TÓ

08. mai 2025

Skrivligar próvtøkur

07. mai 2025

HISTORIE NR. 5 /­2025

07. mai 2025

ILLUSTRERET VIDENSKAB NR. 7 /­ 2025

06. mai 2025

DRAMA Í GUNDADALI FYRI ALLAR PENGARNAR

06. mai 2025

4. B Á UMHVØRVIS­VEIÐU

17. des 2024

JÓLASIÐIR Á FLØTUM

Tríggir av jólasiðunum í Skúlanum á Fløtum: Í desember er nógv annað virksemi enn vanligu fakini á tímatalvuni. Tað stundar til jóla og skjótt fáa næmingar og starvsfólk nakrar kærkomnar frídagar.

Huglagið í skúlanum hevur ein farra av væntan av at bíða, og ímeðan bíða verður, fer nógv stákan fram. "Jólastákan" verður tað eisini nevnt. Nakað av stákanini er afturvendandi, og kann nevnast "jólasiðir."

Nýggjasta stákanin er jólahurðakappingin í hádeild, ið hevur tvey ár á baki. Møguliga ov stutt tíð fráliðin  til at nevna hetta ein jólasið, tí hon skal enn standa sína roynd. Næmingaráðið stílaði á fysta sinni fyri jólahurðakappingini í fjør, og var hetta so mikið væleydnað, at kappingin var roynd aftur í ár. Tey, ið vóru við til at finna best prýddu hurðina hesaferð, vóru næmingaráðið í miðdeild, 5.b og leiðslan. Vinnarin fekk eina stóra kurv við ymiskum góðum í til allan flokkin.

Síðani er tað stóra jólatræið, ið næmingar í 9.flokki hava prýtt síðani desember í 2020, tá ið vit júst vóru flutt í skúlan, og alt var so nýtt og ókent. Í fjør varð tað ektaða jólatræið býtt um við eitt eftirgjørt, tí ein næmingur var ovurviðkvæmur fyri granni. Tað var ein lítil skelkur, men nú hava vit longu til lagað okkum, og varð tað eftirgjørda træið sett upp og prýtt á besta hátt av vælhýrdum 9.floks næmingum og nøkrum hjálparum úr 5. flokki. Træið verður dansað um til jólahaldið.

Luciagongd hevur eisini verið á hvørjum ári síðan í 2020, og eru tað næmingar úr 5. flokki, ið trúliga røkja uppgávuna. Teir ganga í hvítum síðum klæðum, við kransi á høvdi og við ljósi í hond. Teir ganga Lusia í øllum skúlanum og byrja í innskúlingini, halda á í miðdeild og enda í hádeild. Áðrenn Lusiagongdin byrjar, verður alt ljósið dimt, og søgan um Lusiu lisin í hátalaranum. Alt virksemi er niðurlagt hesa løtuna, í meðan skúlin minnist og hátíðarheldur Lusiu.


Aðrir siðir eru eisini, ið kunnu verða umrøddir eina aðruferð.

Tekstur og myndir: HPO

Office 365
K-skíggi
I-bók
Flokkar