Tíðindi
07. nov 2026
FLL 2026: "KOYR Á BLÁ" ÚR 6.E Í SKÚLANUM Á FLØTUM FÓR VIÐ VINNARASTEYPINUM
07. nov 2026
FIRST LEGO LEAGUE
02. nov 2026
6 ÁRA FØÐINGARDAGUR
30. okt 2026
Ragnar Sverri í starvslæru á Mentamálaráðnum
27. okt 2026
OYGGJALEIKIR: EVNISVIKAN Í GRUNDDEILDINI
20. okt 2026
TVÆR ENSKAR
20. okt 2026
NÝTT FRÁ KIM FUPZ AAKESON
22. okt 2024
HONDBÓLTSGENTURNAR FINGU VITJAN AV LANDSLIÐSLEIKARUM
Bára lærari skrivar:
Føroyska kvinnulandsliðið í hondbólti er samlað í vikuni, nú tað stundar til EM-luttøkuna í novemburmánaða. Genturnar á hondbóltsbreytini vóru so hepnar at fáa vitjan av Janu Mittún, Anniku Fríðheim Petersen og Pernille Brandenborg, ið allar hava sína dagligu gongd í bestu donsku deildini. Landsliðsleikararnar skipaðu fyri sermerktum venjingum, har genturnar sluppu at royna sínar teknisku og kropsligu dygdir. At enda sluppu tær at seta føroysku hondbóltsleikarunum forvitnisligar og viðkomandi spurningar - alt í alt ein sera góður tími!
Myndir: BKH