Tíðindi

09. okt 2026

Ungdómsbók - lættlestur

09. okt 2026

LÆTTLISIN DONSK UNGDÓMSBÓK

09. okt 2026

LÆRARAHILLIN

09. okt 2026

TIL TEY YNGSTU

09. okt 2026

GÍVRADKÚLIN

09. okt 2026

UM KENSLUR

09. okt 2026

HEIMSINS MIKLU ÁIR

21. mar 2024

SEINASTI STARVSDAGUR HJÁ TORFINNI

Í dag var hugnalig  fráfaringarløta í kaffistovuni í sambandi við, at Torfinn Højgaard hevði seinasta  starvsdag sín. Seinastu sløku 50 árini  árini hava børn í stórum tali verið partur av gerandisdegi hansara, og onkur teirra teldust í dag millum starvsfelagarnar, sum søgdu honum farvæl.
 
Torfinn byrjaði sína yrkisleið í Kommunuskúlanum og í Eysturskúlanum sum læraravikarur.  Eftir tað tók hann læraraprógv á Nørre Nissum, og heimafturkomin fekk hann starv í Argja skúla. Síðani kom hann í Venjignarskúlan, sum seinni saman við Kommunuskúlanum gjørdist til Skúlan á Fløtum.  
 
Góði Torfinn, takk fyri ríku tíðina saman við tær. Veri lívsskeiðið, ið kemur,  tær sælt og gevandi.
 
Myndir: JVÚ&SNO

Office 365
K-skíggi
I-bók
Flokkar