Tíðindi

02. sep 2026

ÁRLIGI TÚRURIN NIÐAN Á VESTURVARÐA

20. aug 2026

6.D VIÐ WESTWARD HOO

12. aug 2026

SO VÓRU VIT AFTUR Í SKÚLA

11. aug 2026

SAMAN ERU ØLL SKÚLIN Á FLØTUM

10. aug 2026

KOMIÐ TRYGT Í SKÚLA

19. jun 2026

110 ÁRA STARVSDAGAR Á FLØTUM

18. jun 2026

FELAGSSANGURIN

08. mar 2023

Felags foreldrafundur mikudagin 15/3

Góðu foreldur,

Skúlastýrið bjóðar til felags foreldrafund í Skúlanum á Fløtum mikudagin  15/3 kl 19

Evnið í ár er “kostur, hugburður, dannisli og mørk”

Snorri Patursson, sum er foreldur á skúlanum og foreldraumboð í skúlastýrinum fer at greiða frá um kost og heilsu tengd at skúlagongd. Snorri hevur seinastu 12 árini arbeitt við fyribyrgjandi og heilsufremjandi verkætlanum innan fólkaheilsu, mat, rørslu og matmentan. Snorri er útbúgvin yrkisbachelor í føðslu og heilsu við sergrein í kostfrøði og er vana- og ovátsráðgevi.

Regin Marnersson, hevur verið skúlastjóri í Skúlanum á Fløtum seinastu 6 árini. Regin er eisini foreldur á skúlanum. Regin er útbúgvin lærari og hevur tikið eftirútbúgving í námsfrøðiligari leiðslu. Regin fer at hugleiða um dannisli og mørk í skúlanum og knýtir hesi at hugburðinum hjá unga foreldraættarliðnum, ið er knýtt at skúlanum.

Derhard Jógvansson, skúlastýrisformaður leggur eisini fram ársfrágreiðingina hjá skúlastýrinum.

Til ber at lesa eitt sindur um virðisgrundarlagið hjá skúlanum á

https://saf.fo/mid-og-mal?_l=fo

Vónandi møta tit fjølment til fundin

Regin Marnersson, skúlastjóri & Derhard Jógvansson, skúlastýrisformaður

Office 365
K-skíggi
I-bók
Flokkar