Tíðindi

13. nov 2026

FRIÐLEYS

13. nov 2026

SUMMARIÐ, TÁ ALT HENDI

13. nov 2026

FERÐIN TIL KONGURVÁG

11. nov 2026

LÆRARAHILLIN

10. nov 2026

ILLUSTRERET VIDENSKAB

07. nov 2026

FLL 2026: "KOYR Á BLÁ" ÚR 6.E Í SKÚLANUM Á FLØTUM FÓR VIÐ VINNARASTEYPINUM

07. nov 2026

FIRST LEGO LEAGUE

21. jun 2022

FRÁ 1.B OG 1.E: LÍV Í BACALAO

Kring allan knøttin eru vinnuøki í broyting. Bacalao í Havn er einki undantak. Hesin veldigi bygningurin, sum eigur ein stóran leiklut í vinnusøgu okkara, er endiliga vaknaður aftur, eftir at hava staðið tómur í alt ov nógv ár.

Í 2020 lat Havnar Klintrifelag klintrihøll upp í gomlu frystigoymsluni í Bacalao, og tað sama gjørdi Skatefelagið. So nú ber til at íðka klintring, rulluskoyting, súkkling, skateboarding og parkour har.

Vit í 1.b og 1.e vórðu forvitin um staðið, og vildu uppliva nýggja virksemið, tí skipaðu vit fyri einum Bacalaodegi. Vit pakkaðu hjálmarnar, súkklurnar, rulluskoytirnar, rennihjólini og skateboardini, og fóru síðani fegin oman á Vestaru Bryggju. Tá ið vit vórðu liðug at klintra og rulla, fóru vit at keypa okkum føroyskan ís í íssjoppini, sum heldur til á triðju hædd í Bacalao.

Vit høvdu ein herligan dag saman, og vilja fegin takka Havnar Klintrifelag, Skatefelagnum og ÍS fyri kjansin.

Vinaliga

1.b og 1.e

Office 365
K-skíggi
I-bók
Flokkar