Tíðindi

22. apr 2024

SPENNANDI OLYMPISKIR LEIKIR

15. apr 2024

RITHØVUNU­RIN VITJAR

13. apr 2024

NÆMINGAR Í 9. FLOKKI: ROYNDU SEG SUM LÆRARAR

12. apr 2024

TEY Í 5. D VITJAÐU UMBORÐ.....

11. apr 2024

FRÁ TURRUM BREYÐI TIL EGGJATÓST

10. apr 2024

GUÐRUN STJÓRNAÐI SYMFONIORKESTRINUM

09. apr 2024

LANDS­ROYNDIR

27. jan 2022

HOLOCAUSTDAGUR

KUNNING FRÁ SKÚLABÓKASAVNINUM

Holocaustdagur er í dag, 27. januiar.  Undir seinna heimsbardaga vórðu 6 milliónir jødar týndir, umframt at fólk frá øðrum minnilutabólkum eisini vórðu týnd. Fyri at minnast hendan sorgarleik er ásettur ein altjóða dagur til minnis um HOLOCAUST. 27. janurar 1945 kom Reyði herurin  hjá  til týningarleguna í Auschwitz  og setti jøarnar har í frælsi. Tí er 27. januar valdur at vera minningardagur á hvørjum ári.

Á holocaustdegnum í dag verður ljós varpað á armenska  fólkadrápið í Osmannararíkinum í 1915 til 1918 .   Valdsharrarnir skipaðu fyri at gera av við armenar, og hildu verður, at okkurt um 1,5 mió teirra mistu lívið av hesum áðum.

Tey, sum høvdu áryrgdina, sluppu undan dómi, og enn í dag vil Turkaland – tað er tað, sum er eftir av Osmannararíkinum, ikki viðurkenna ræðuligu brotsgerðirnar. Armenar stríðast um allan heimin fyri, at fólkamorðið verður viðurkent og minnið um illgerðirnar  verður goymt fyri alla framtíð.

Kl. 10:00 í morgun verður stroyming frá holocausttiltaki á Drelnesi, leinki til youtube niðanfyri.

 

Menningarhjálp til Armenia

 

Jenis av Rana, landstýrismaður, hevur havt samband við fólk úr Armenia, og hevur hevur verið nógv upptikin av Armenia og økinum har um leiðir.

Hann hevur sett í verk føroyska menningarætlan i Armenia og sent peningaliga neyðhjálp úr Føroyum.

Vælkomutalan hjá landstýrismanninum um Armenia er tekstað og varir 8 minuttir.

 

Hon er at hoyra  HER

Støðan í Armenia í dag

Armenski tíðindamaðurin Raffi Elliot tosar á enskum við Ólav í Geil um Armenia í dag og spentu støðuna við stóru grannalondini, Turkaland og Aserbadjan, við fólkadrápinum í 1915 sum baksýni.

Raffi hevur lisið politiska vísund á lærda háskúlanum í Ottawa og er magistari frá American University of Armenia. Hann starvast í Jerevan, og hevur verið í fremstu røð at siga heimin frá um Armenia, eisini um armenska journalstin, Hrant Dink (1954-2007), sum ein 17 ára gamal turkiskur nationalistur myrdi í Istanbul.

Enska samrøðan varir 13 minuttir. Hon er HER.

 

Fyrsta fólkadráp í 20. øld

Ein av fremstu heavy rock sangarum, Serj Tankian, greiðir á ein persónligan hátt frá um fyrsta fólkadráp í 20. øld.

Báðar ommur og báðir abbar hansara vóru yvirlivarar, tá hálv onnur millión vórðu dripin í armenska fólkadrápinum í 1915. Sjálvur er hann føddur í Beirut í Libanon. Hann hevur lovað abbanum, støðugt at minna heimin á Armenia, og at fáa stjórnir at góðkenna hendingina sum fólkdráp. Tað hevur eydnast honum í USA.

Samrøðan við Serj, sum varir 17 minuttir og er á enskum, er gjørd yvir Zoom millum Runavík og Los Angeles.

Samrøðan er HER

Bøkur um Fólkadráp eru settar upp á skúlabókasavninum

(Keldur: snar.fo, Skúlabókasavnið)

STROYMING KL. 10:00

 

 

 

 

 

 

 

Office 365
K-skíggi
I-bók
Flokkar