Tíðindi

09. okt 2026

Ungdómsbók - lættlestur

09. okt 2026

LÆTTLISIN DONSK UNGDÓMSBÓK

09. okt 2026

LÆRARAHILLIN

09. okt 2026

TIL TEY YNGSTU

09. okt 2026

GÍVRADKÚLIN

09. okt 2026

UM KENSLUR

09. okt 2026

HEIMSINS MIKLU ÁIR

03. jul 2021

ÚTTIKIN TIL STÓRA SVIMJIKAPPING Í NÆSTU VIKU

Elisabeth Erlendsdóttir og Bartal Erlingsson Eidesgaard eru úttikin til EJM í svimjing


Í Skúlanum á Fløtum ganga nógvir næmingar, ið íðka ítrótt á høgum støði. Millum hesi telist Elisabeth, sum er svimjari  hjá Havnar Svimjifelag og skal luttaka í EM fyri juniorar í Rom frá 6.  til 11. juli 2021 saman við Bartali.  Kappingin er fyri gentur, ið eru føddar í 2004 – 2006 og fyri dreingir, føddir 2003-2005.
 
Elisabeth Erlendsdóttir (2005)  venur við 1. liði í HS og skal svimja 50, 100 og 200 ryggsvimjing.
Bartal Erlingsson Eidesgaard  (2003) skal svimja 50, 10, 200 frísvimjing og 50 bringusvimjing. Venjingarnar eru harðar, tey venja 20 – 25 tímar 9 ferðir um vikuna.
 
Við til kappingina fara Panagiotis Christou, venjari, og Hjørdis Mortensen, ferðaleiðari.
 
Elisabeth tók prógv í Skúlanum á Fløtum í summar.
 
Vit í Skúlanum á Fløtum ynskja Elisabeth og Bartali góða eydnu í Evropa Junior Meistarakappingini.

Office 365
K-skíggi
I-bók
Flokkar