Tíðindi

24. sep 2026

Fyrst Bamsu á gátt so út at renna

24. sep 2026

Tvær skaldsøgur

24. sep 2026

6 lættar smábøkur

24. sep 2026

Sjáldsamir loynidómar

24. sep 2026

Nýtt og spennandi

24. sep 2026

Fótbóltsstjørnur

24. sep 2026

LÆTTAR FAKTABØKUR

15. jun 2021

FORSKÚLIN HEVUR SUMMARFRAMSÝNING

Hóast forskúlin er skerdur í hesum døgum vegna verkfall, so eru kortini onkur úrslit at síggja. Sonja Síminardóttir er lærari í forskúlanum. Hon hevur sent heimasíðuni myndirnar niðanfyri og sigur, at í gjár var Tummas Jákup Thomsen listamaður og vitjaði. Frammanundan høvdu børnini vitjað í Listaskálanum, har tey fingu íblástur frá hansara  listaverkum til sínu egnu listaverk, sum nú hanga í “Hjartarúminum” í innskúlingarøkinum.
 
Listamaðurin er so gávumildur, at hann í sambandi við verkætlanina rundan um summarframsýningina hjá forskúlanum , hevur givið terimum tvey flott listaverk, sum vóru at síggja á várframsýningini. Og sum vera man eru øll sera takksom fyri fínu gávuna.
 
Um fáar dagar fara næmingarnir í forskúlanum í summarfrí, og tá ið skúlin byrjar aftur fara teir í 1. flokk. Men áðrenn tað kemur so langt, t.e.  einaferð í summarfrítíðini,  kemur hennara hátign Margreta drotning at vitja á Fløtum. Og so er at vóna, at frálíku  avrikini hjá forskúlanæmingunum sleppa at hanga, so drotningin fær høvi at  síggja tey :-)

Office 365
K-skíggi
I-bók
Flokkar