Tíðindi

13. nov 2026

FRIÐLEYS

13. nov 2026

SUMMARIÐ, TÁ ALT HENDI

13. nov 2026

FERÐIN TIL KONGURVÁG

11. nov 2026

LÆRARAHILLIN

10. nov 2026

ILLUSTRERET VIDENSKAB

07. nov 2026

FLL 2026: "KOYR Á BLÁ" ÚR 6.E Í SKÚLANUM Á FLØTUM FÓR VIÐ VINNARASTEYPINUM

07. nov 2026

FIRST LEGO LEAGUE

04. jun 2021

SÚKKLUR Í FOKUS

Katrin Dagbjartsdóttir skrivar soleiðis  til heimasíðuna:

Komandi næstu vikurnar verður øðrvísi undirvísing, og í grunddeildini. t.e. forskúli til – 3. flokk,  verða vit nógv úti. Hósdagin, 10. juni fara 3. flokkarnir at súkkla út í Havnardal og koma so heim aftur eftir rossagøtuni.
 
Í hesum sambandi kom Gunnar Dahl Olsen at tosa við næmingarnar um trygd og atferðarreglur í ferðsluni, tá ið tey súkkla. Øll høvdu súkklu við, og aftaná undirvísingina, vórðu súkklurnar brákannaðar og gjørdar í stand. Gunnar og Jens Mortan kannaðu um nóg mikið av luft var í hjólunum, um setrið hevði hóskandi hædd í mun til barnið, um ketan var smurd o.s.fr. Tað tekur tíð at kanna 50 súkklur, so í bíðitíðini súkklaðu børnini á økinum kring skúlan í lýggja veðrinum.
 
Nú gleða tey seg í 3.a og 3.b at súkkla út í Havnardal.
 
Takk fyri, Gunnar Dahl Olsen og Jens Mortan Rasmussen.

Myndir: JMR

Office 365
K-skíggi
I-bók
Flokkar