Tíðindi

19. jun 2026

110 ÁRA STARVSDAGAR Á FLØTUM

18. jun 2026

FELAGSSANGURIN

17. jun 2026

KVIRRA – EIN HEIMUR FYRI SEG

16. jun 2026

GLOYMD KLÆÐI O.A.

15. jun 2026

KASSABILAKAPPKOYRINGIN

15. jun 2026

OL í 4. flokki

12. jun 2026

STUTTLIGUR SKÚLADAGUR

04. mai 2021

87 KG AV BURTURKASTI RUDDAÐ Á SKÚLANS ØKI

Henda vikan er umhvørvisvika,  og í tí sambandi fóru tey í 6. d í náttúru og tøkni tímanum í dag út  at kanna, hvussu nógv burturkast liggur uttanfyri á skúlans øki.

Sára Sondum er lærari í N&T, og hon sigur, at upp á ein tíma vórðu 87 kg av burturkasti tikin upp. Næmingarnir funnu m.a. nógv plast, sigarettstubbar, snús, tyggigummi og ymist annað, ið dálkar.

Tey fóru so at kanna, hvussu leingi tað tekur náttúruni at bróta niður sama burturkast. Og tey komu m.a. fram til,  at ein sodavatn í plastfløsku tekur kanska 10 minuttir at drekka, meðan tað tekur náttúrini 400 ár at bróta niður somu sodavatnsfløsku. Uppaftur verri er, um sodavatnið er í glasfløsku,  tá kann tað taka upp til 4000 ár hjá náttúruni at gera av  við glasfløskuna.

Lærari og næmingar í 6.d koma við hesi áheitan: “Sera  týdningarmikið er, at vit øll minnast til at koyra burturkastið hjá okkum í ruskspannirnar, soleiðis at tað verður burturbeint á rættan hátt.”

Myndir: Sára Sondum

Office 365
K-skíggi
I-bók
Flokkar