Tíðindi

11. mai 2021

SANGLØTA

10. mai 2021

HUGNALØTA Í 5.a

08. mai 2021

Okkara BergurS valdur í nevndina í lærara­felagnum

06. mai 2021

SSP ger stóran mun, men foreldr­ini eru fremstu  fyrimyndirnar

05. mai 2021

GLOYMD KLÆÐI

04. mai 2021

87 KG AV BURTURKASTI RUDDAÐ Á SKÚLANS ØKI

27. apr 2021

ARNÓRA FIMMTI

25. apr 2021

FLAGGRØÐAN HJÁ GUNNVÁ WINTHER í 9. Ð

Í dag er 25. apríl, flaggdagur. Fríggjadagin var flaggdagshald á háslættanum, Gunnvá Winter í 9.ð helt flaggrøðuna. Røðan kann lesast her, og kann eisini hoyrast í upptøkuni niðanfyri:

Sunnudagin eru 81 ár liðin, síðan Merkið varð viðtikið. Orsøkin til hetta, var nú ikki serliga tjóðskaparlig, tað var mest av øllum talan um avgreiðslumál, so at bretar ikki av óvart bumbaðu skip okkara. 

Fyri 81 árum síðani, hugsaðu vit um kríggið, men  merktu ikki tað stóra til sjálva krígspartin. Vit sóu bretsku soldatarnar í gøtuni, men livdu í stóran mun vanligt. Tá vóru vit eitt danskt amt. 

Í dag hugsa vit um umhvørvið, um rættindi, um frælsi. Tí menniskjað er føtt frælst, men verður kortini hildið í ketum. Í dag hava vit størri frælsi, men eru kortini eitt danskt síðustykki. Og Danmark minnist enn ikki, hvussu flagg okkara sær út. Seinastu árini, hava danir flaggað við skeivum flaggi, og hava eisini tikið feil av ólavsvøkuni. Sera nógv tosa um at vera sjálvstøðug, og at bert vit skulu seta okkara egnu mørk, men kortini verða tey so lætt provokerað av, at onkur livir eftir akkurát teimum fortreytunum. 

Tá Merkið varð viðtikið, vóru fleiri, sum royndu at forða tí, t.d. segði danski forsætisráðharrin Thorvald Stavning “fjern den klud” um flaggið, til eitt tiltak í Íslandi. Bara nú í vikuni, varð forðað fyri einum øðrum flaggi, nevnliga ælabogaflagginum. Í 2021, 81 ár eftir, at vit hava fingið okkara flagg, sleppa ein dómari og ein fótbóltsleikari ikki at hava ein ælaboga á arminum, tá vit kortini tosa vit um, hvussu vit eru eitt so frælst samfelag. Tá vit leggja so nógva æru í fýra rektangul, fýra horn og ein kross, eiga vit eisini at viðurkenna æruna í øðrum fløggum, óansæð um tað líkist í sniði, liti ella ongum. Skal tað heldur ikki vera loyvt, at knæla til fótbóltsdystir fyri at vísa mótsøðu móti rasismu? Hava vit ikki øll rætt at stríðast á ein friðarligan hátt? Hvat er talufrælsi, um tað bert fevnir um summi okkara? Hvat er Merkið, um tað bert fevnir um summi okkara? Tí eiga vit ikki øll Merkið? Ella er tað ognarlutur hjá onkrum heilt fáum, sum passa inn í eitt ideal? Skal Merkið læsa tey úti, sum bjóða normunum av? Skal tað læsa tey úti, sum týdningarmest av øllum eru føroyingar? Ella skal tað vera nakað, vit øll kunnu savnast undir? Skal tað vera nakað, sum heldur okkum afturi í 1940, ella skal tað broytast, læra og mennast saman við okkum? Í dag, skulu vit, fólkaskúlanæmingar øll finna okkum eitt pláss undir Merkinum, 102 ár eftir at tað varð teknað. Tað ber ikki til at gera tað í 1919, 1940 ella 2020. Í roynd og veru heldur ikki 22. apríl 2021, tí í dag er tað fortíðin, og vit eru noydd at liva í nútíðini, við øllum broytingum og lærdómum, sum hava gjørt heimin til tann hann er í dag: Okkara.

 

Office 365
Matpakkin
K-skíggi
I-bók
Flokkar