Tíðindi

10. aug 2026

KOMIÐ TRYGT Í SKÚLA

19. jun 2026

110 ÁRA STARVSDAGAR Á FLØTUM

18. jun 2026

FELAGSSANGURIN

17. jun 2026

KVIRRA – EIN HEIMUR FYRI SEG

16. jun 2026

GLOYMD KLÆÐI O.A.

15. jun 2026

KASSABILAKAPPKOYRINGIN

15. jun 2026

OL í 4. flokki

07. apr 2021

MARSBILURIN: ÁHUGIN KOM Í SKÚLANUM

Fremsti føroyski rúmdargranskarin eitur David Arge Klevand Pedersen. Hann hevur gingið í framhaldsdeldini í Kommunuskúlanum, og tá fekk hann áhuga fyri tøkni, ið hann hevði sum lærugrein í skúlanum. At lodda, seta saman, fáa at lýsa, surra o.s.fr. kveikti hugini, ið seinni flutti seg út í rúmdina -  í løtuni Mars. David arbeiðir á  DTU Space,  og hann hevur gjørt vart við seg í alheims miðlum, síðani NASA setti marsbilin,  Perseverance Rover,  á okkara grannagongustjørnu. Leiklutur hansara hevur verið at menna myndatólið, sum nú leitar eftir lívi á reyðu gongustjørnuni. Og nú hevur hann vitjað Skúlan  á Fløtum;  á ein hátt hansara fyrrverandi fólkaskúli, hóast hann ikki ber saman navn í dag.    

Næmingarnir í hádeildini sótu við andakt og lurtaðu í gjár, meðan ungi føroyski granskarin og fyrrverandi næmingurin  greiddi frá spennandi verkætlanini, sum umvegis hann sjálvan og Tindhólm, hevur knýtt føroyingar og skúlan at gongustjørnuni Mars. Partur av tøknini, sum nú eru uppi á Mars, er nevniliga royndur í Tindhólmi, áðrenn hon var sent út í rúmdina.

 

Office 365
K-skíggi
I-bók
Flokkar