Tíðindi
11. sep 2026
DE 5
11. sep 2026
TEKNISØGUR
11. sep 2026
2 danskar
11. sep 2026
Danskur lættlestur
11. sep 2026
Skaldsøgur
11. sep 2026
Nýtt enskt
11. sep 2026
Teknisøga
25. mar 2021
SLASKIBÓLTUR
Marilyn hevur sent heimasíðuni hesa frágreiðing um ítróttardagin, ið var í gjár
Í dag hava 90 næmingar í 8.ð havt eina bóltkapping, sum vit kalla slaskibólt. Vit høvdu 16 lið býtt í 2 bólkar og spældu tey 56 dystir. Øll spældu móti øllum í sínum bólki og vóru tað 7 dystir til hvørt liðið. - Nr. 1 og 2 í hvørjum bólki sluppu víðari í kappingini, har tey spældu um 1.- 2. og 3. pláss. Vinnandi liðini fingu heiðursmerki, og umframt tað fekk nr. 1 eisini eitt páskaegg.
Næmingarnir hava vant hetta í eina tíð í ítróttartímunum, og sýntist dagurin at eydnast væl. Tey fingu veruliga víst sín dugnaskap og vóru tey glað og væl nøgd við dagin.
Heiðursmerkini fullu soleiðis:
- Gull: Veronica, Helge, Tórður og Hans Andrias
- Silvur: Kristin, Katrina, Búi og Torkil
- Bronsa: Pauli, Birita, Vera, Harry
Myndir og upptøka: MDA