Tíðindi

22. apr 2024

SPENNANDI OLYMPISKIR LEIKIR

15. apr 2024

RITHØVUNU­RIN VITJAR

13. apr 2024

NÆMINGAR Í 9. FLOKKI: ROYNDU SEG SUM LÆRARAR

12. apr 2024

TEY Í 5. D VITJAÐU UMBORÐ.....

11. apr 2024

FRÁ TURRUM BREYÐI TIL EGGJATÓST

10. apr 2024

GUÐRUN STJÓRNAÐI SYMFONIORKESTRINUM

09. apr 2024

LANDS­ROYNDIR

25. feb 2021

4. A STUÐLAR KRABBAMEINSFELAGNUM

Jónfríð er flokslærari í 4.a, og hon hevur hesi góðu tíðindi at bera heimasíðuni: 

Allir skúlar í Føroyum hava fingið bræv frá Krabbameinsfelagnum við kunning um stóra landsinnsavning undir heitinum Føroyar ímóti krabba, ið verður sýnd í Kringvarpi Føroya leygardagin 27. mars. - Vit hava somuleiðis fingið í boði at vera við í innsavningini. Vit í 4.a hava havt eitt prát um tiltakið og vóru øll samd um, at vit vilja hjálpa til við at savna pening inn, tí vit fegin vilja hjálpa øðrum.
 
Vit hava tosað um nógv góð hugskot og eitt av teimum var, at vit fara at hava eina “kantinu” í skúlanum, har vit selja toast, sunkist, muffins og cookies tvær ferðir um vikuna, mána- og mikudag frá kl. 11 - 12. Vit byrja 1. mars og enda 24. mars.
 
Tað eru jú nakað av útreiðslum, ið standast av at keypa inn til toast og sunkist, tískil eru vit takksom fyri, at vit hava fingið góðan avsláttur frá PM og MBM. Allur vinningurin fer óskerdur til Krabbameinsfelagið.
 
Eisini fara vit at vaska bilar leygardagin 6. mars og leygardagin 20. mars frá kl. 10 – 14. Høvi verður at keypa sær te/kaffi og køku, meðan bilurin verður vaskaður.
 
Vit fara eisini at baka smákøkur, savna fløskur, rudda fyri fólk o.s.fr.
 
Vit skulu dokumentera tað, ið vit gera, og vísa tað við einum stuttfilmi á 1 min.
 
Tá ið  børnini  vórðu spurd, hví tey hildu, at vit skuldu fara við í hetta átakið, søgdu tey millum annað nakað soleiðis:

  • Hetta er so spennandi
  • Stuðlar einum góðum endamáli, tí vit kenna tíverri helst øll onkran, ið er raktur ella hevur verið raktur av  krabbameini
  • Hetta gevur okkum ein møguleika at arbeiða saman
  • Lærir okkum at taka ábyrgd og at fyriskipa
  • At tað ikki eru øll, ið hava tað líka gott
  • At vit kunnu hjálpa øðrum
  • Tí tað er stuttligt

Hetta krevur sjálvandi nógva fyriskipan o.a., eisini eftir skúlatíð. Men í 4.a eru øll ótrúliga spent upp á hetta, og gleða seg at fara rættiliga í gongd – nøkur eru tó longu spakuliga farin at selja fløskur o.a. :-)
 
Ein serlig tøkk til foreldrini hjá næmingunum í 4.a, ið øll, sum hava møguleika fyri tí, vilja stuðla við eini hjálpandi hond <3 . Og eisini ein skúlaleiðsluna, ið loyvir okkum at hava kantinu <3

 


 
 

Office 365
K-skíggi
I-bók
Flokkar