Tíðindi

09. okt 2026

Ungdómsbók - lættlestur

09. okt 2026

LÆTTLISIN DONSK UNGDÓMSBÓK

09. okt 2026

LÆRARAHILLIN

09. okt 2026

TIL TEY YNGSTU

09. okt 2026

GÍVRADKÚLIN

09. okt 2026

UM KENSLUR

09. okt 2026

HEIMSINS MIKLU ÁIR

08. jan 2021

Innskriving í rásir í Skúlanum á Fløtum 21/22 (8.fl)

Góðu næmingar, foreldur og onnur avvarðandi

Nú er opið fyri innskiving í almannarás og ítróttarrás í Skúlanum á Fløtum skúlaárið 21/22.

Allir næmingar skulu innskrivast gjøgnum leinkið her. Hetta er galdandi fyri næmingar, sum longu ganga í Skúlanum á Fløtum og næmingar, ið væntandi skulu byrja í Skúlanum á Fløtum eftir summarsteðgin. 

Innskrivingin er opin til 30. januar kl 12. Upptøkuroynd er til ítróttarrásina. Royndarvenjingin, ið er partur av upptøkuroyndini og uppfylgjandi samrøða verða lýst, tá tilmeldingarfreistin er farin. 

Ætlandi verður skipað fyri kunningarfundi um almannarás og ítróttarrás 28/1. Men orsaka av óvissu støðuni viðvíkjandi korona, verður kunnað nærri um hetta, tá dagurin nærkast.

Eru spurningar ella ivamál eru tit vælkomin at venda tykkum til skrivstovuna millum 8 og 15 mánadag til hósdag ella 8 og 13 fríggjadag ella á saf@saf.fo 

Vinarliga

Regin Marnersson, skúlastjóri

Office 365
K-skíggi
I-bók
Flokkar