Tíðindi

19. jun 2025

NÚ ER SUMMAR­FRÍTÍÐIN BYRJAÐ

18. jun 2025

FARVÆL 9. FLOKKUR

18. jun 2025

PRÓGVHANDAN

17. jun 2025

SKÚLA­TIVOLI

17. jun 2025

AFTURVEND­ANDI KASSABILAKAPPKOYRINGIN

16. jun 2025

ELSUBA í 5.D VINNUR FYRSTU VIÐISLØN Í SØGUKAPPING

15. jun 2025

SPENNANDI SKÚLA­TIVOLI

08. sep 2020

EITT KNOSS, MEN STUTTLIGT

Fríggjadagin var 7.b til arbeiðis í skúlagarðinum í nýggja skúlanum úti á Fløtum. Uppgávan var at rudda steinar úr moldini við suðurendan, har ein  grasfløta spakuliga fer at taka seg fram. 

Marjun Dánialsdóttir var við næmingunum henda dagin, og hon sigur, at veðrið var eitt sindur avbjóðandi, men tey vóru so heppin at sleppa at eta matpakkan inni í skúlanum, har sum umsitingin kemur at halda til. 

Lærarin letur væl at næmingunum, teir vóru serstakliga fittir og raskir og gjørdu eitt gott arbeiði

“Tað var eitt knoss at bera eina spann fyri og aðra eftir fullar í gróti úr øðrum enda í annan. Men afturfyri var tað stuttligt at sleppa at vera við í arbeiðinum,” greiður Marjun heimasíðuni frá og leggur afturat, at prikkurin yvir i-ið var at sleppa upp á stórfingnu tekjuna.

Stjórin var á staðnum og legði teimum lag á, og tá ið tey vóru liðug vórðu øll boðin oman á Burger King til eina væl uppiborna máltíð. 

Framman undan hava hinir 7. flokkarnir verið og arbeitt uttan fyri  nýggja skúlan. 

(Myndir: Marjun Dánialsdóttir)

 



Office 365
K-skíggi
I-bók
Flokkar