Tíðindi

19. jun 2026

110 ÁRA STARVSDAGAR Á FLØTUM

18. jun 2026

FELAGSSANGURIN

17. jun 2026

KVIRRA – EIN HEIMUR FYRI SEG

16. jun 2026

GLOYMD KLÆÐI O.A.

15. jun 2026

KASSABILAKAPPKOYRINGIN

15. jun 2026

OL í 4. flokki

12. jun 2026

STUTTLIGUR SKÚLADAGUR

03. sep 2020

LONGAN VIGAÐI 5,8 KG!

Í gjár frættist á heimasíðuni, at 6.d hevur verið í fjørðinum við sluppini. Nú hava báðir javnflokkarnir, 6.a og 6.b eisini verið hvør sín slupptúr við tráðuni. Jú  tú læst rætt, tey fiskaðu  nevniliga við tráðu og spæli. Hetta gjørdi fiskiskapin so serliga spennandi, bardagin við stóra toskin fekk adrenalinið rættiliga at seta til. 
 
 
“Dagurin eydnaðist sera væl. Næmingarnir vóru fyrimyndarligir, hugnaðu sær og vóru sera ídnir at fiska og at kryvja. Frágera vinarlig manning, sum var røsk at hjálpa næmingunum. 6.b fekk 73 fiskar, tann størsti var ein longa, sum vigaði 5,8 kilo.
 
Birita og Allan eru flokslærarar hjá ungu veiðifólkunum. Allan eigur orðini omanfyri, og tað hann  sigur um túrin hjá B flokkinum kundi tað sama verið sagt um túrin hjá A flokkinum. Í skrivandi stund vita vit tó ikki, hvussu nógvar fiskar A flokkurin fekk, men eftir myndunum at døma taldu teir ikki lítið.

Sigast kann, at Skúlin á Fløtum stendur væl fyri í kappingini um at gerast besti fiskiflokkur í ár  :-)

Les  eisini um túrin hjá D flokkinum. Flyg slóðini HER.

(myndir og upptøkur: Alln og Birita)

 

Office 365
K-skíggi
I-bók
Flokkar