Tíðindi

20. okt 2026

TVÆR ENSKAR

20. okt 2026

NÝTT FRÁ KIM FUPZ AAKESON

20. okt 2026

LÆRARAHILLIN

09. okt 2026

Ungdómsbók - lættlestur

09. okt 2026

LÆTTLISIN DONSK UNGDÓMSBÓK

09. okt 2026

LÆRARAHILLIN

09. okt 2026

TIL TEY YNGSTU

02. sep 2020

Á FLOTI VIÐ SLUPPINI

Í gjár var 6.d í fjørðinum við Westward Hoo  saman við Arnóru,flokslærara, Katrini K, námsfrøðingi,  og foreldrum.  Tey sigldu í umleið hálvan tíma til kastað varð. Øll skuldu  vera í vesti, áðrenn loyst varð frá landi, og meðan tey sigldu á  fiskimið, fingu tey góða kunning um trygdina umborð. Eisini greiddi manningin frá, hvørjar skipanir og mannagondir eru galdandi, um eitthvørt óvanligt skuldi hent.  

Fiskitúrurin er partur í fiskikapping, millum 6. flokkarnar í kommununi. Hvør flokkur fiskar í umleið tríggjar tímar. Tann flokkur, sum fær flest fiskar, vinnur kappingina og fær vinnarasteyp til ognar. Fiskur minni enn 25 cm telur ikki við og verður settur út aftur. Skiparin skal hava talið á fiskum, og verður talið sent Tórshavnar kommunu.

Sum myndirnar vísa, var fiskiskapurin sera góður. Olivia fekk størsta toskin á túrinum, og hann er eisini tann besti higartil í kappingini.  Og munnu tey í 6.d ikki fara at gera seg galdandi í kappingini?

(Myndir: Arnóra og Katrin Karlsdóttir)

 

Office 365
K-skíggi
I-bók
Flokkar