Tíðindi

24. sep 2026

Fyrst Bamsu á gátt so út at renna

24. sep 2026

Tvær skaldsøgur

24. sep 2026

6 lættar smábøkur

24. sep 2026

Sjáldsamir loynidómar

24. sep 2026

Nýtt og spennandi

24. sep 2026

Fótbóltsstjørnur

24. sep 2026

LÆTTAR FAKTABØKUR

12. jun 2020

GØTULIST VIÐ VIÐARLUNDINA

Tá ið fólk komu gangandi eftir eftir Hoydalsvegnum við viðarlundina gjáramorgunin, rendu tey seg fjøld av ungum  hugaðum listafólkum.  Onkur sat við krossaðum beinum, annar húkandi, triði liggjandi frameftir, men  øll við litkritum í hondini. Børn og vaksin sóust eisini ganga imillum, eygleiða og geva ráð  Spakuliga komu alskyns litføgur mynstur fram á gongubreytini. Rammurnar um føgru listaverkini eru flisarnar, sum  allar eru í somu stødd. 
 
Av tilvild kemur heimasíðumaðurin framvið á hjólhesti, hann skal niðan í eindina í Gundadali. “Hey, hvat dámar tær, er tað ikki flott?” Tað er Bjørg, lærari í triða flokki, sum heilsar. “Hetta er gøtulist – street art, sum tað verður nevnt uttanlands - og dugnaligu listafólkini eru úr 3. flokki.”
 
Tey bæði tosa eina løtu um spennandi tiltakið, og hugleiða um, at kommunan átti at setta eina gøtu av til slíkt sum hetta. Tað hevði verið øgiliga spennandi, um børnini  kundu brúkt máling, so verkini kundu vera frammi í eina tíð. Hvør veit, kanska hugleiðingarnar gerast til veruleika einaferð?


Sama ger,  fyribils eru kritlistaverkini hjá næmingunum í 3. flokki  at síggja uppi við viðarlundina – so leingi tað er turt í hvussu er.

(Myndir og upptøka: bol/jvú)

Office 365
K-skíggi
I-bók
Flokkar