Tíðindi
FLL 2026: "KOYR Á BLÁ" ÚR 6.E Í SKÚLANUM Á FLØTUM FÓR VIÐ VINNARASTEYPINUM
FIRST LEGO LEAGUE
6 ÁRA FØÐINGARDAGUR
Ragnar Sverri í starvslæru á Mentamálaráðnum
OYGGJALEIKIR: EVNISVIKAN Í GRUNDDEILDINI
TVÆR ENSKAR
NÝTT FRÁ KIM FUPZ AAKESON
LEGUDAGUR Í HAVNARDALI
Mánadagin vóru 4.a, 5.a og 6. a legutúr úti í Havnardali. Tey hildu til við ánna við omankoyringina nakað sunnan fyri gomlu brennistøðina. Birita er ein av lærarunum, hon fegnast um ógloymandi legudagin. Hann eydnaðist serstakliga væl, dýrdarverður, góður hýrur og gevandi felagsskapur. Tey tjaldaðu, brendu bál, morsaðu, vassaður og svumu, bakaðu drýl og snerktu pylsur.
Høvi var eisini at fiska síl: Jens Chr. er av ídnastu sílamonnum og lærari í 4. flokki. Sum vera man átti hann uppgávuna at leggja lag á. Hann sigur, at reyðmaðkur plagdi at vera góður til sílaagn, men hann er ikki at finna longur. So vóru bara onnur ráð til at taka: Sniglar! Snigilin vísti seg at vera gott agn, sílini bitu á og fleiri vóru syft upp á áarbakkan.
B flokkarnair fara eisini legutúr. Í gjár viðraði ikki, men í morgun sær betri úr.
(Myndir: Birita)