Tíðindi

15. apr 2024

RITHØVUNU­RIN VITJAR

13. apr 2024

NÆMINGAR Í 9. FLOKKI: ROYNDU SEG SUM LÆRARAR

12. apr 2024

TEY Í 5. D VITJAÐU UMBORÐ.....

11. apr 2024

FRÁ TURRUM BREYÐI TIL EGGJATÓST

10. apr 2024

GUÐRUN STJÓRNAÐI SYMFONIORKESTRINUM

09. apr 2024

LANDS­ROYNDIR

09. apr 2024

HVØR ER LESARIN?

01. apr 2020

HEIMASKÚLI: PÁSKAKLIPP

Frá lesivegleiðingini og skúlabókasavninum:

Vit hava fingið loyvi frá Gyðju Hjalmarsdóttir Didriksen á Vestmanna bókasavni at leggja hesi hugskotini til páskaprýði á okkara heimasíðu. Sí myndirnar niðanfyri.
 
 
Høsnarungi 1

  • Klipp og líma ein høsnarunga í eggjakoppi
  • Teknið sjálvi skapini, sum tit finna  á einu myndini niðanfyri
  • Kippið og límið saman og setið  tráð í
  • So kann hann heingjast á eina grein, í vindeygað ella har, sum tú heldur

 

Høsnarungi 2

  • Klipp tveir kroppar, sker veingirnar út, so tú kanst boyggja teir út til síðuna
  • Tekna eygu og líma reyð nev á.
  • Tú kanst líma bandið í við at leggja tað millum bæði skapini og so líma tey.
     

Prikkuta gentan

  • Prikkutta gentan er gjørd úr pappi, karton, prikkarnir eru teknaðir á.
  • Garnið til beinini er límað millum bæði skapini, og niðast í beinini eru tvær glasperlur hongdar
  • Hon hevur fingið reytt nev (s amaslag sum nevið á høsnarunganum í eggjakoppinum)
  • Tá tú límar tað á, so skalt tú bert líma niðara partin fastan, ovari parturin peikar út  
  • Um tú eigur fjarðar ella frísutt tógv ella okkurt heilt annað at prýða hana við, so royn endiliga tað.
     

Páskapinnar og tjøldur

  • Um tú eigur nakrar blómupinnar, kúlur, tógv ella fjarðar ella annað, sum tú sjálv/ur finnur uppá. So kanst tú líma tær nakrar prýðisligar páskapinnar
  • Tú kanst eisini gera eitt tjaldur, sum tú límar á blómupinnarnar, ella tú hongur tað í vindeygað
  • Um tú klikkir í myndina við tjaldursskapunum, so kanst tú goyma hana og gera skapini so stór, sum tú vilt hava tey. Prenta tær so síðuna út
  •  Tjaldrið hevur nógvar smálutir, sum skulu límast saman, og tú skalt líma tvey saman og hava pinnin inni í miðjuni 


 
Gyðja  eigur øll hugskotini. Vit takka henni fyri, at vit sleppa at leggja tey á okkara heimasíðu.


 Gerið so væl og góðan arbeiðshug.
 

Margreta drotning dugir at hugna sær heima við at klippa. Sí filmsbrotið niðanfyri:

Office 365
K-skíggi
I-bók
Flokkar