Tíðindi
NÚ ER SUMMARFRÍTÍÐIN BYRJAÐ
FARVÆL 9. FLOKKUR
PRÓGVHANDAN
SKÚLATIVOLI
AFTURVENDANDI KASSABILAKAPPKOYRINGIN
ELSUBA í 5.D VINNUR FYRSTU VIÐISLØN Í SØGUKAPPING
SPENNANDI SKÚLATIVOLI
MÓÐURMÁLSDAGUR ER Í DAG
Í dag hevði Venceslaus Ulricus Hammershaimb, faðirin at føroyska skriftmálinum, verið 201 ára gamal. Til minnis um hann og eisini fyri at varpa ljós á okkara móðurmál og sýna tí viðring og ans er hesin dagurin valdur til móðurmálsdag.
Jóhan Hendrik Winther Poulsen, professari, helt á 150 ára degi Hammershaimbs í 1969 ein fyrlestur um V.U. Hammershaimb. Niel Juel Arge gjørdi í 1961 samrøðu við Erling Hammershaimb um kenda abba hansara, og fyri 10 árum síðani helt Turid Sigurðarardóttir ein fyrilestur, sum hóskar til høvi.
Áhugaverdu upptøkurnar eru at hoyra HER.
Kringvarpið hevur gjørt senditøð í trimum pørtum, ið lýsir søguna um føroyska skriftmálið frá upphavi til dagin í dag. Hetta er søgan um, hvussu føroyingar fóru at vita meira til sín mentanarliga og tjóðskaparliga. Nortið verður við týðandi tilburðir í málsøgu okkara farnu øldirnar, og sagt verður frá teimum, sum gingu undan í stríðnum fyri føroyska málinum.
Sjónvarpsendingarnar, bera heitið Eg veit ein kvist, og tær eru í trimum pørtum. Slóðir niðanfyri:
3 partur
Læruríkar og upplýsandi sendingar, sum eru sera góðar at hava sum bakgrundsvitan í føroyskum og eisini søgu.
Vit kunnu mæla næmingum, sum fara til próvtøku í føroyskum í summar at seta tíð av til at hoyra og síggja sendingarnar.