Tíðindi

11. nov 2025

BÓKADAGAR Í NORЭURLANDA­HÚSINUM

11. nov 2025

NÝGGJ MYNDABÓK

11. nov 2025

Nýggj myndabók

11. nov 2025

LORTAFRENSUR - HEVNDIN ER SØT OG LUKTAR AV FISKI

11. nov 2025

KORALINA

05. nov 2025

5 ÁRA FØÐINGARDAGUR

04. nov 2025

VINNARIN Í NAVNAKAPPING­INI ER FUNNIN

17. jan 2020

NÆMINGAR FÁA HØVI AT HOYRA UM FÓLKADRÁP


Í ár eru liðin 75 ár síðan týningarlegurnar Auschwitz-Birkenau vórðu fríaðar.  Altjóða dagur er til minnis um Holocaust, og hann  verður hildin í nógvum londum. Løgtingið hevur samtykt, at dagurin eisini skal haldast í Føroyum, og í ár verður hann hildin mánadagin 27. januar.  Framyvir verður hann hildin á hvørjum ári um hetta mundið.

Nám og Amnesty International Føroyar bjóða í hesum sambandi  skúlunum eitt tiltak í januar og februarmánað, har serliga verður hugsað um hádeildina í fólkasakúlanum, t.e. næmingar í 7., 8., 9, og 10.flokki. Tiltakið, sum varir 90 minuttir, er fyrrapart millum klokkan 9:00-10:30. Innihaldið er fyrst fyrilestur við Rólandi og Elsu í Skorini, sum bæði fara at tosa um Holocaust. Í seinnu hálvu fer Heini í Skorini at tosa um fólkadráp í nýggjari tíð og um mannarættindi.Vístir verða tríggir nýggir føroyskir stuttfilmar, sum Nám hevur gjørt um Holocaust á temasíðuni á undirvísingarportalinum Snar. Filmarnir verða frumsýndir í sambandi við hetta tiltak.

 Skúlarnir kunnu melda til hjá Námi við at skriva til birgir@nam.fo í seinasta lagi í dag, fríggjadagin 17. januar.

(kelda: skulabladid.fo)

Office 365
K-skíggi
I-bók
Flokkar