Tíðindi

11. sep 2026

DE 5

11. sep 2026

TEKNISØGUR

11. sep 2026

2 danskar

11. sep 2026

Danskur lættlestur

11. sep 2026

Skaldsøgur

11. sep 2026

Nýtt enskt

11. sep 2026

Teknisøga

18. sep 2026

RENNIDAGUR

Regnið støðgaði ikki næmingunum

Í morgun var árliga skúlarenningin hjá Skúlanum á Fløtum. Veðrið vísti seg ikki frá síni bestu síðu, og til tíðir regnaði illa. Men hvørki regn, vindur ella vát klæði fingu næmingarnar at gevast.  Tey hildu á og løgdu nógvar kilometrar aftur um seg.

470 næmingar úr 3.–9. runnu á Fløtum. Forskúlin, 1. og 2. flokkur, sum mundu telja  væl yvir 200 næmingar, runnu á rennibreytini.  Samanlagt runnu og gingu tey á Fløtum samfullar 4.521,4 kilometrar,  í miðal 9,62 kilometrar í part. Mattias í 9.ÍA átti metið í dag við 20 kilometrum. Í hølunum  á honum  var Ariel úr 3.D við 19,74 kilometrum. Gentan, sum rann longst, var Oluva Lín úr 6.E, hon legði 18,5 kilometrar aftur um seg.  Í skrivandi stund hava vit ikki tølini hjá innskúlingini. Lærarar og námsfrøðingar runnu dugliga, men teirra ídni telur ikki við í hagtølunum :-)

5.b rann longst av øllum flokkunum við tilsamans 305 kilometrum. Flokkurin hevði eisini besta miðaltalið við 12,20 kilometrum fyri hvønn næming. Beint í hølunum komu 3.d við 12,05 kilometrum í miðal og 5.a við 11,93 kilometrum.
Hóast vátar umstøður var lagið gott, og næmingarnir sýndu bæði treysti, áhaldni og góðan felagsskap. Ein sera væl eydnaður rennidagur, sum endaði við,  at næmingarnir fingu sundkist og Kit Kat.


Myndir: OMR

 

Office 365
K-skíggi
I-bók
Flokkar