Tíðindi
SKÚLATIVOLI
ELSUPA í 5.D VINNUR FYRSTU VIÐISLØN Í SØGUKAPPING
SPENNANDI SKÚLATIVOLI
TEY Í 3.B TÓKU ÍMÓTI KONGI Í NÓLSOYARFIRÐI
Til tann kreativa
Til ensktlæraran
AT RENNA
AFTURVENDANDI KASSABILAKAPPKOYRINGIN
Góður fagur hugbirtingardagur, tá ið árliga kassabilakappkoyringin var á parkeringsplássinum norðanfyri. Í nakrar dagar hava tey í fimta og sætta smíðað, málað og prýtt rasarabilarnar, sum nú skuldu royna seg. Tiltakið er mest sum afturvendandi og er nú við at forma seg sum fastan tátt á hugdýpingardøgunum í junimánað.
Reyðhvít bond vóru spent upp fyri at markera kappingarøkið. Børnini vóru sum vera man spent, og tað vóru lærarar og námsfrøðingar eisini. Áskoðararnir hópaðu seg upp á síðulinjunum og koyrdu á sjálvgjørdu rasarabilarnar við eggjandi orðum.
Til hvønn bilin vóru tveir næmingar sum livandi motorar við nógvum hestakreftum, og kassabilarnar vórðu skumpaðir við øgiligari megi. Ein førari við stórum smíl stýrdi við føstum hondum einum akfari, meðan tað streyk avstað við fúkandi ferð fram eftir breytini: “Kom nú, koyr á, tú klárar tað,” rópini fóru flúgvandi ígjøgnum luftina um oyruni á rasarabørnunum, fuku yvir tekjuni á Bónus og breiddu seg eisini út í móti Norðasta horni. Hvøllir lógvabrestir og fagnaður, eingin ivi um, at hetta var dagur í viku. Felagsskapur, spæligleði í hásæti við planlegging og kreativiteti sum fortreytum. Tað snúði seg sjálvandi ikki bara um at vinna, men eisini um at vera saman, samstarva, læra og hava tað stuttligt.
Myndir: GMO




